<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Á evnisdegnum í Norðurlandahúsinum í dag klokkan 13.00, fer norðmaðurin Lars Ødegård at halda fyrilestur um rættindi hjá brekaðum. Lars er sjálvur rørslutarnaður og situr í rullistóli, men er hóast tað ein sera virkin maður.
Hann er aðalskrivari í Norsk Handikapforbund og formaður í norska Etisk Råd. Eisini var hann varalimur í Stórtinginum 1999. Umframt tað hevur hann tikið lut í kommunalpolitikki og hevur havt hópin av álitisstørvum.
Leila Solmunde, formaður í MBF, fer at halda røðu undir heitinum, ?Handikappolitikkur er samfelgaspolitikkur?.
Síðani fer Marjun Bæk, prestur, at tosa um, hvussu fólk við breki verða lýst í heilagu skriftunum. Halgir Winther Poulsen, sakførari, tosar um brekaðrættindi í mun til mannarættindi, og umboð fyri Løgmansskrivstovuna tosar um, hvat skal til fyri at seta ST samtyktir í verk í Føroyum.
Bjørt Samuelsen, fjølmiðlakvinna, stýrir degnum og tekur samanum.
Tað er stýrisbólkurin fyri Ár teirra brekaðu 2003, sum saman við Almanna- og heilsumálaráðnum skipar fyri tiltakinum.
- Tiltakið, sum byrjar klokkan 13.00, er alment, og luttøkan er ókeypis, so vónandi seta nógv fólk sær hendan seinnapartin av, fyri at hoyra um, hvørji rættindi og hvørja støðu fólk við breki hava í Føroyum í dag, siga tey í tíðindaskrivi úr Almanna- og heilsumálaráðnum.










