Tað fer at verða 20 milliónir dýrari enn upprunaliga mett, at byggja nýtt barnaheim í Havn. Tað upplýsir Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú fyri Fíggjarnevndini hjá løgtinginum.
Tá ið uppskotið um at byggja nýtt barnaheim í Havn, varð lagt fyri Løgtingið seinast í september, varð annars mett, at tað fór at kosta 65 milliónir, men hesar síðstu fimm mánaðirnar er tað sostatt dýrkað 20 milliónir.
Uppskotið hevur ligið súltað í Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum síðani 23. oktober. Annars hava nevndirnar hjá Løgtinginum ein mánað at avgreiða eitt mál. Eydnast tað ikki, eiga tær at biðja løgtingsformannin um at fáa freistina longda. Men hóast málið hevur ligið til viðgerar í Fíggjarnevndini í næstan fýra mánaðir, hevur nevndin hvørki tað avgreitt tað, ella biðið um at fáa freistina longda.
Men nú hevur Eyðgunn Samuelsen heitt á nevndina um at taka tað við í viðgerina, at barnaheimið fer at vera 20 milliónir dýrari enn upprunaliga ætlað. Orsøkin til tað er, at Landsverk metir, at tað er bæði dýrari at byggja og tað verður dýrari at útvega grundstykki, umframt at bygningurin er blivin nakað størri.
Tórshavnar Býráð hevur annars víst á eitt grundstykki Millum Gilja í Hoyvík at byggja barnaheimið á. Talan er um at seta eitt stykkið upp á 8000 fermetrar av til endamálið.
– Eitt barnaheim hóskar seg væl í einum øki, sum longu er bústaðarøki við nógvum barnafamiljum, samstundis sum tað liggur eitt sindur fjalt í dalinum aftan fyri raðhúsini Millum Gilja. Somuleiðis er økið sera náttúruvakurt, við stórum grønum øki runt um, sigur umsitingin hjá býráðnum, segði býráðið í fjør, tá ið tað varð gjørt av, hvar Barnaheimið skuldi vera.
Men tað var ikki semja í býráðnum um tað. Heðin Mortensen, sum tá var býráðslimur, helt, at barnaheimið er stórt, og samstundis skal tað byggjast upp fyri stovuvindeyguni hjá fólki, sum hann tekur til. Sostatt fer tað at taka nógv av sólini frá teimum, sum búgva har.
Hann mælti heldur til, at barnaheimið fær eitt stykki Yviri við Strond at byggja á. Tí er tað skeivt at leggja Barnaheimið Millum Gilja, legði hann afturat.









