Almennu stovnarnir eru fyri fólkið

Fólkaflokkurin leggur dent á, at stovnar geva skjótari avgreiðslu, so teir bæði gagna starvsfólki og ikki minst viðskiftafólki

Rætt skal vera rætt, at ikki er altíð lætt at avgreiða mál hjá almennu stovnunum. Ein av orsøkunum, sum eg fyrr havi verið inni á er, at stovnarnir gerast fleiri, málini økjast og kanska eisini fløkjast alt meiri og meiri.

 

Vit skylda at hava í huga, at almennir stovnar eru fyri fólkið, tó eru mangir borgarar, ið kenna seg ørkymlaðar, og hava kenslu av eini oyðumarka gongd frá stovni til stovn, ofta tí, at tað fólkið ikki er at hitta, sum júst hava teirra mál um hendur.

 

Hvør hevur ikki staðfest, at tað er sera torført at fáa fatur á rætta fólkinum í telefonini.

Tað er ikki rætt, at borgarin skal kenna seg ótryggan, hann er vanliga veikari parturin, og hevur tí krav uppá eina holla viðferð, og besta viðferðin er skjót avgreiðsla.

Telefontíðin á flestu almennu stovnum er stutt, tí skal hon vera effektiv.

 

Sterkari samfelag

Landið er lítið, tilfeingið er avmarkað, og búskapurin hjá okkum sera viðbrekin, tí skal ansast væl eftir, at vit ikki seta fólk fyri at leggja viðgerðarvirksemið eftir tindinum í búskaparuppgongdini, tað kemur aftur um brekkur við niðurgongdum.

 

Eins og eg havi víst á ígjøgnum mítt seinasta fýra ára skeið, fari eg at leggja dent á:

eitt einfaldari og effektivari samfelag á almennum stovnum

eina betri tænastu við skjótari avgreiðslu fyri borgaran

at ráðini verða eftirkannað, so vit fáa meiri fyri peningin

eina nógv betri telefontænastu, t.v.s at fáa fatur á rætta persóninum, tá tygum hava tørv á honum

 

Eg bjóði meg fram eitt fýra ára skeið afturat, har eg við Fólkaflokshugsjónini í viðføri fari at virka fyri, at borgarin verður tryggjaður eina uppaftur betri viðferð, eina styttri avgreiðslu tíð, og at borgarin, sum rindar skatt og avgjøld fyri at fáa samfelaghjólini at mæla, verður í miðdepilinum. Her fáa vit eitt sterkari samfelag.

 

Hetta gagnar bæði viðskiftafólkum og verður til heiðurs fyri almmenna starvsfólkið.

 

Hetta eigur at vera okkara ynski nú vit leggja til brots í 2008.