Løgtingsmaðurin og fólkatingsmaðurin, Edmund Joensen, heitir nú á Løgmann um at syrgja fyri, at Ulrike Steuerwald, barnalækni, fær viðurkenning og hóskandi heiður fyri slóðbrótandi arbeiðið sítt í arvaligum sjúkum í Føroyum. Hann sigur, at flestir føroyingar vita, hvussu týðandi arbeiðið hjá Ulrike Steuerwald er fyri tey, sum stríðast við CTD-sjúku.
- Tað er ikki ov nógv sagt, at týski barnalæknin hevur bjargað føroyskum mannalívum.
Hann sigur eisini, at læknar í Føroyum tykjast at vera samdir um, at Ulrike Steuerwald hevur avrikað nakað heilt serligt í arbeiði sínum.
Hann vísir í hesum sambandi á, at herfyri skrivaði Knud Jacobsen, kommunulækni á Eiði, í einum bræviu til hansara:
- Fá fólk hava havt so stóran týdning fyri heilsustøðuna sum Ulrike við sínari uppdaging av genetiskum sjúkum her í oyggjunum. Hennara eldhugur, íðni og menniskjaligheit bera í sær, at rættiliga nógv fólk standa í beinleiðis takksemisskuld til hennara.
Edmund Joensen sigur, at einstaklingar hava ivaleyst takkað Ulrike Steuerwald fyri týðandi arbeiðið við CTD, men tað er hóskandi, at almennu Føroyar viðurkenna hennara stóra týdning fyri landsins heilsustøðu og veita henni samsvarandi heiður.