Almennu byggiharrarnir mugu vísa ábyrgd

Sum so nógvar aðrar vinnur er ráðgevara- og byggivinnan í Føroyum ávirkað av minkandi virkseminum sum heild, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni. Tað almenna hevur eina ábyrgd sum byggiharri at tryggja, at torføra støðan ikki gerst enn verri við at seta hesum fyritøkum órimuligar ella óneyðugar treytir í teimum byggiverkætlanum, har tað almenna ella almennar fyritøkur eru byggiharrar.

Tað vísir seg sum almennu byggiharrar sum heild hava valt at taka til sín somu treytir og manngongdir, sum verða nýttar uttanlands. Hetta er teirra egna val, og eingin kann forða teimum í tí, hóast tú í summum førum ivast í, hvussu hóskandi hesar eru til føroysk viðurskifti, har fyritøkurnar eru smáar og oftast ikki líka kapitalsterkar sum útlendskar fyritøkur.

Vit hava tó eisini sæð dømi um, at treytir og mannagongdir verða kopieraðar, sum eisini í størri samfeløgum uttanlands verða skýrdar óneyðugar og órímuligar. Spurningurin er um almennu byggiharrarnir hava sett sjálvstýraran til, uttan at geva sær far um, hvussu lagda kósin ávirkar tær fyritøkur, sum virka her á landi.

Sum dømi um hetta hava feløgini hjá donsku ráðgevaravinnuni (FRI og Danske Ark) nýliga sent Vága Floghavn eitt skriv, har tey vegna alla sínar limir (bæði føroyskar og danskar) átala tær treytir, sum verða settar í s.v. útboðið av ráðgevarauppgávunum til útbyggingarnar.

Nú virksemið er minkandi og kappingin millum ráðgevara- og byggifyritøkur er beinhørð kann kanska tað verða freistandi í sambandi við útbjóðingar at seta fyritøkunum eyka treytir sum kunnu tykjast at geva byggiharranum nakrar marginalar fyrimunir, bara tí tað ber til.