Almennir stjórar og kommunur undir sjóneykuna hjá Karsten Hansen

Tað er ómetaliga harmiligt, at ein almennur stovnur skal koma í fíggjarligar trupulleikar, soleiðis sum sjónvarpið nú er komið. Og hetta má í hvussu so er fáa avleiðingar á tann hátt, at tað ikki kann henda aftur, sigur Karsten Hansen

Nú skal Landsstýrið hava betri eftirlit við sjónvarpinum, útvarpinum og øðrum almennum stovnum, og eisini við kommununum.

Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, sigur, at tað er ógvuliga harmiligt, at ein almennur stovnur skal kunna koma í so stórar fíggjarligar trupulleikar, at hann hvørki fær goldið starvsfólkunum løn, ella fær hildið aðrar, sáttmálabundnar skyldur.

? Hetta eigur ikki at enda. ? Og støðan í sjónvarpinum eigur í hvussu so er at fáa avleiðingar á tann hátt, at tað má byrgjast fyri, at slíkt hendir aftur.


Undir sjóneyku

Karsten Hansen sigur, at arbeitt verður í løtuni við at fáa skipanir, sum gera, at stovnar ikki aftur koma í ta støðu, sum sjónvarpið nú kom í.

Hann sigur, at tað, sum arbeitt verður við, er at fáa allar stovnar og allar kommunur uppí felags fíggjarskipanina hjá Landinum.

?Tað er ógvuliga óheppið, at ikki allir almennir stovnar, og kommunurnar við, eru uppí fíggjarskipanina hjá landinum.

Karsten Hansen sigur, at av almennum stovnum, sum enn eru uttanfyri skipanina hjá Landsstýrinum, eru bæði kommurnar, sjónvarpið og útvarpið.

Hann sigur, at tað verður arbeitt fyri at fáa allar hesar stovnarnar uppí, og at tað verður nógv arbeiðsorka løgd í at fáa hetta sett í verk.

Hann sigur, at tá ið allir stovnarnar eru komnir upp í fíggjarskipanina, ber tað alla tíðina til hjá fíggjarmálastýrinum at fylgja við fíggjarligu gongdini og at hava eitt neyvari eftirlit við peninganýtsluni hjá stovnunum og kommununum.

Er hetta ikki eitt slag av yvirformyndaríið? Eiga stovnarnir ikki sjálvir at hava so neyva fíggjarstýring, at teir megna hetta saktans setast í verk, uttan at nakar sum helst myndugleiki verður tikin frá stovnsleiðarum ella kommunum.

? Men fyrimunirnir høvdu verið, at vit høvdu havt eina nógv betri fíggjarstýring.

? Hendan felags fíggjarskipanin er eitt sera hent amboð í so máta.

? Var sjónvarpið t.d. uppi í hesi skipanini, varð tað ikki komið í hesa sera óhepnu støðuna, tí so høvdu vit langt síðani havt sæð, hvønn eg tað bar, og høvdu tí kunnað tikið neyðug stig, áðrenn stovnurin kom í óføri.

Karsten Hansen sigur, at ein annar fyrimunir við at øll eru uppi í hesi skipanini, er, at so eru bæði stovnar, og allar kommunur við í gjaldførinum hjá Landskassanum.

?Í eini støðu, sum teirri í SvF kom í, hevði stovnurin so kunnað gjørt nyttu av gjaldførinum hjá landskassanum.

? Og so kundi stovnurin brúkt tað, sum eftir er av árinum til at komið aftur á beint.

? Í so máta gevur ein slík skipan stovnunum og kommununum nógv fríari ræsur, enn tey hava nú, sigur fíggjarmálaráðharrin.


Skumpaði ábyrgdina frá sær

Annars skilir Karsten Hansen ikki, at fíggjarnevndin vísir málið frá sær.

? Sjónvarpið hevur sáttmálabundnar útreiðslur, bæði til at betala starvsfólki løn, umframt av øðrum slag.

? Hesar útreiðslurnar skulu gjaldast, hvussu víkir ella vendir.

? Og tað ber ikki til, at siga, at hesar útreiðslur verða goldnar í næsta mánaða.

?Harafturat fær tað fíggjarligar fíggjarligar avleiðingar at avtalur ikki verða hildnar, og tað verður oftast enn dýrari.

Karsten Hansen sigur, at er hetta ikki eitt mál, sum fíggjarnevndin kann taka upp, so veit hann ikki, hvat hon kann taka upp.

Nú hevur formaðurin í fíggjarnevndini sagt, at Landsstýrið mátti havt fatað, at tað ber ikki til at koma til fíggjarnevndina at loysa fyrisitingarligar trupulleikar?

? Tað kann hann siga. ? Men veruleikin er, at ein støða hevur tikið seg upp. ? Hon skuldi ongantíð verið íkomin. Men tað gjørdi hon so. Og hon skal loysast.

? Og tað er heilt greitt sambært øllum okkara serfrøðingum, bæði í fíggjarmálastýrinum, hjá landsgrannskoðaranum, og aðrir, at hetta er eitt mál, sum fíggjarnevndin sólaklárt átti at tikið upp, sigur Karsten Hansen.

? Tí skilji eg ikki, at hon bara skumpar ábyrgdina frá sær, leggur hann afturat.