Er tað rímiligt, at onkrir stjórar í almennum partafeløgum, tjena væl yvir 100.000 krónur um mánaðin.
Tann spurningin setti Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, í Løgtinginum í morgun.
Og sjálvur heldur hann, at tað kann væl vera, at tað er rímiligt.
Í næstum fer Løgtingið at hava aðalorðaskifti um, leiklutin hjá tí almenna í almennum partafeløgum og ráðum.
– Vit mugu gera okkum púra greitt, at tað kostar at fáa væl skikkað stavsfólk at stýra landsins vinnufyritøkum fyritøkum, staðfesti hann. Og hann staðfesti samstundis, at landsins vinnufyritøkur skulu sjálvandi vera kappingarførar um tey bestu fólkini.
Tí heldur hann, at lønin í almennum fyritøkum skal vera áhugaverd fyri persónar við góðum førleikum. Hinvegin skal lønin ikki vera so góð, at tað almenna gongur undan við høgri lønum enn vanligt er á privata arbeiðsmarknaðinum fyri fyritøkur av sama slagi.
Hann sigur, at tað sama ger seg galdandi fyri samsýningar til nevndir í almennum nevndum og ráðum.
Landsstýrismaðurin heldur, at nevndarsamsýningar og stjóralønir skulu eisini vera ymiskar, alt eftir, hvørja fyritøku, ella hvat ráð, talan er um.
Tí vísir hann á, at ein arbeiðsbólkur hevur skotið upp, at nevndin í Føroya Tele, Atlantsflogi, Vága Floghavn, og hinum vinnufeløgunum, gera eitt uppskot um ein samsýningarpolitikk, har lagt verður upp fyri ábyrgd og arbeiðsbyrðu.
Men leggjast skal eisini upp fyri samsýningini í øðrum almennum vinnufeløgum og privatum vinnufeløgum, sum kunnu samanberast við tær ymsu almennu fyritøkurnar.
Arbeiðsbólkurin hevur eisini skotið upp, at sum heild skulu nevndarlimir veljast fyri eitt ár í senn, og at nevndarlimir skulu ikki kunna sita í somu nevnd í meira enn 12 ár, sigur Poul Michelsen.