Almennir stjórar eru skerdir fuglar.
Politikararnir leggja seg út í teirra arbeiði, og teir fáa ikki lagt langtíðarætlanir, tí teir eru bundnir av árligum játtanum úr løgtinginum. Tað er ørkymlandi fyri stjórar við hugskotum og ætlanum, og tískil velja fleiri av teimum at royna eydnuna í privata vinnulívinum.
Hetta heldur í hvussu so er Mathea Hilduberg, búskaparfrøðingur.
Hon heldur, at tað er vert at leggja til merkis, at fleiri almennir stjórar eru endaðir í privata vinnulívinum. Og hetta er meira enn tilvild, sigur hon, og vísir á tvinnanda umstøður, sum kunnu vera orsøk til at teir almennu stjórarnir velja privata vinnulívið.
-Politikararnir leggja seg ov nógv út í arbeiði hjá stjóranum, so at hann ikki sleppur at arbeiða sjálvstøðugt. Harafturat eru avmarkingar av økonomiskum slagi. Stjórin veit ongantíð hvussu verður við framtíðini, tí peningur verður ikki játtaður á løgtingsins fíggjarlóg fyri meiri enn eitt ár í senn. Ein stjóri má hyggja longri fram, kanska eini trý ár, sigur hon.
Renna seg føst
Mathea Hilduberg - sum sjálv er marknaðarleiðari í Føroya Sparikassa - heldur okkurt benda á, at fólk við góðari útbúgving og góðum hugskotum renna seg føst í almennu stjórastørvunum.
-Nógv byrja innan tað almenna. Tey hava góða útbúgving og førleika og nógv góð hugskot. Men sleppa tey ikki at virka so gerast tey vónsvikin. Tí fara tey yvir í privata vinnulívið, har tey betri fáa brúkt sín fakliga førleika, sigur hon.
Mathea Hilduberg heldur, at vandi er fyri, at teir almennu stovnarnir missa tað dugnaliga fólkið -kompetansuna. Til tess at forða fyri hesum mugu stjórarnir fáa frið at arbeiða fyri politikarunum. Samstundis mugu teir sleppa at leggja ætlanir, sum røkka longri í tíðina, sigur hon.
Privatir stjórar eisini skerdir
Allan Skaalum, fyrrverandi stjóri á ALS - sum nú er stjóri í eini privatari fyritøku - er lutvíst samdur við búskaparfrøðingin.
Hann heldur, at okkurt bendir á, at almennir stjórar verða ørkymlaðir av, at tað kann verða trupult at vinna fram við broytingum, og at teir somuleiðis ikki vita hvussu nógvar pengar stovnurin hevur at virka fyri meiri enn eitt ár í senn. Í hesum sambandi hugsar hann ikki um sítt gamla arbeiðspláss, sum er í eini serligari støðu.
Allan Skaalum vísir hinvegin á, at ein privatur stjóri sleppur heldur ikki undan uppílegging, tí hann noyðist at standa til svars fyri nevndini. Munurin er bert, at stinga trupulleikar seg upp, so koma teir nógv meira fram alment, um tað er ein almennur stjóri, ið stendur fyri skotum, sigur Allan Skaalum.