– Løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu fær týdning fyri alt Føroya fólk, og tí skulu øll fáa høvi at koma til orðanna, áðrenn uppskotið verður lagt fyri Løgtingið, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, leggur fram og síðani eru øll vælkomin at gera viðmerkingar, at reisa atfinningar, ivamál og koma við uppskotum um loysnir og samstarv.
Fundirnir verða á hesum støðum:
Týsdagin 13. februar kl. 19:30 í skúlanum á Giljanesi
Mikudagin 14. februar kl. 19:30 í auluni í Finsen í Havn
Hósdagin 15. februar kl. 15:30 í skúlanum í Skúvoy
Hósdagin 15. februar kl. 19:30 í ungmannafelagshúsinum Kelduni í Skálavík
Fríggjadagin 16. februar kl. 19:30 í avhaldshúsinum í Mikladali
Mánadagin 19. februar kl. 19:30 í miðnámsskúlanum í Hovi
Týsdagin 20. februar kl. 19:30 í skúlanum við Streymin
Mikudagin 21. februar kl. 19:30 í Skálanum í Klaksvík
Uppskotið er til almenna hoyring og kann takast niður her
–Øll eru vælkomin at senda ráðnum viðmerkingar innan 22. februar 2024 kl. 15:00. til uvmr(at)uvmr.fo, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.