Í samband við at útbyggingin av Delta Seafood er liðug, bjóðaði felagið í gjár almenninginum til ein "Delta dag".
Á skránni var myndaframsýning, søguligar hugleiðingar, talur, navna avdúking og sjálvandi rundvísing.
Gestirnir fingu høvi at smakka fiskasuppu, saltflak og lippur frá Delta og lótu tey sera væl at matinum.
Eisini var ymiskt á skránni til børnini. Tey hugnaðu sær óført saman við Bubu sum var komin á vitjan. Børnini fingu eisini høvið at síggja eina rúgvu av fiskum og skeljadýrum, sluppu at royna trukkar og kappaðust um at gita vektina á einum risastórum kalva. Kalvin vigaði 128 kg, og tann sum gitti nærmast var Rita Kjærbo í Vági. Vinningurin var gávukort uppá pitsa.
– Sera nógv fólk nýttu høvið at vitja Delta dagin. Fólk komu úr allari oynni umframt at fleiri vóru komin suður norðanifrá. Umleið 500 fólk vóru á vitjan, og tað svarar til 10% av fólkatalinum í Suðuroynni, skrivar Delta Seafood í tíðindaskrivi.
– Vit eru sera takksom fyri, at so nógv fólk tóku sær stundir at vitja okkum og takka hjartaliga fyri ein sera minnisríkan dag, skrivar Delta.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá Delta tiltakinum.










