Tá norski kavbáturin - KNM Utstein - kemur inn á vánna í Klaksvík seinnapartin í dag, kemur hann ikki at liggja har, sum tað nógva gongur fyri seg á Sjómannadegnum, nevniliga á eystara armi á Klaksvíkini.
Karl Birgir Isaksen, sum er ein av limunum í nevndini aftanfyri Føroya Sjómannadag, sigur, at kavbáturin kemur at liggja niðan fyri virkið hjá Antoniusi Olsen, Northern Fish Cold Storage.
- Tey, sum varða av kavbátinum, siga, at hann í minsta lagi skal hava sjey metrar dýpi, og tí er neyðugt, at hann kemur at liggja á vestara armi.
Hann heldur tó ikki, at hetta fer at minka um hugin at síggja henda forkunnuga gest, tí tað er ikki hvønn dag, at kavbátur er á Klaksvík.
- Tað verður ikki høvi hjá almenninginum at sleppa umborð á KNM Utstein, tí møguleikar eru ikki til tað, sigur Karl Birgir Isaksen.
Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Gunvá við Keldu, fer at bjóða vælkomin, tá móttøka verður, og Klaksvíkar Hornorkestur fer at seta sín dám á.
Umboð fyri Færøernes Kommando, Thomas Bo Jeppesen, fer at siga nøkur orð, og tað fara norski konsulin, Petur Even Djurhuus og skiparin á kavbátinum, Kristian Erik Wulsin Weihe, eisini at gera.