Eisini kann staðfestast, at ein stovnur sum Strandfaraskip Landsins hevur størri umsiting enn nakrantíð og hevur nógv størri raksrarútreiðslur einn nakrantíð ? og tá er skotlandssiglingin íroknað. Postverkið ber ikki post út leygardag longur, og er tað eitt stórt afturstig, men tað er politiskt bestemmað av fólkaflokssamgonguni, at tænastustøðið skal lækka.
Hetta er ein trupulleiki og má bygnaðurin endurskoðast sum skjótast, tí óansæð hvussu dugnalig og ágrýtin starvfólkini eru, so kann ein ineffektivur og óliðiligur bygnaður køva allan framburð. Privatiseringsfortalarnir fáa tað alt ov lætt, um samanlíkningsgrundarlagið verður bygnaðurin í dag við tilhoyrandi høga kostnaðarstøði.
Privatisering hevur altíð verið eitt hjartamál hjá borgarligu flokkunum í Føroyum, og hava vit eisini dømi um slíkar privatiseringar og útlisiteringar. Yngra ættarliðið av embætisfólki og vinnulívsfólki hevur lyndi til at halda, at privatisering og útlisitering eru nýuppfunnin hugtøk, men so er ikki.
Telefonverkið útlisiteraði uppgávur longu fyrst í sjeytiárunum og royndir hava verið gjørdar við privatum lastbilum knýttum at almennu lastbilunum. Bussarnir sum Strandfaraskip Landsins rekur í dag vóru riknir privat áðrenn, men landið mátti sum ikki einaferð taka um endan og fekk tað vent til ein gevandi rakstur.
Man eigur ikki blankt at avvísa alla privatisering, men summar grundleggjandi tænastur mugu vera á almennum hondum.
Vit sóu hvat hendi við eitt nú privatum byggifyritøkum í 90?unum. Tær fóru burtur í einki, og einasti garantur fyri varðveitlsu av førleika var Landsverkfrøðingsstovnurin.
Tað er neyvan nakar skaði í at diskutera privatisering av eitt nú Føroya Tele og kanska enntá bankunum. Ein og hvør søla av landsins ognum má fara fram til rætta virðið. Tað má ikki vera ein privatisering, har privatu partabrøvin í Føroya Banka verða uppskrivaði, tí allir teir smáu partaeigarnir ? Palliba ? voru rundaðir niður til null fyri fáum árum síðani.
Vit kunnu hyggja at fyritøkunum hjá Føroya Grunnninum, ið hava verið riknar væl í nógv ár ? nógvir føroyingar vistu ikki, at landið átti hesar fyritøkur. Ein fyritøka kann rekast væl óansæð hvør eigur. Almennar fyritøkur nýtast ikki at vera ineffektivar og privatar eru ikki pr automatikk effektivar ? ein eigur at minnist til tað, óansæð hvat man annars heldur um privatisering.