Almennar tænastur veksa mest

Í heyst er meiri útgoldið í lønum enn í vár, men tað eru lønarútgjaldingarnar innan almennar tænastur, sum veksa mest

Bæði í september og í oktober vóru vórðu einar 618 milliónir útgoldnar í lønum í Føroyum um mánaðin.

 

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Í vár vóru lønirnar um 590 milliónir krónur um mánaðin, men sum gongdin er, hevur verið ein vøkstur í lønargjaldingunum síðan apríl.

 

Here r talan um árstíðarjavnað tøl. Tað merkir, at tølini eru reinsað fyri ymsum avvikum, eitt nú afturvendandi sveigginum í virkseminum ímillum vár og summar, heyst og vetur.

 

- Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar, sigur Hagstovan.

 

Tølini hjá Hagstovuni vísa, at síðstu tveir mánaðirnar hevur verið meira útgoldið í fiskivinnuni, soleiðis at afturgongdin, sum var fyrsta partin av árinum, nú er vend til framgongd uppá 1,2 prosent.

 

Byggivinnan vísir somu gongd, at tað er framgongd seinastu tveir mánaðirnar, men enn er ikki øll afturgongdin vunnin innaftur.

 

Størsta framgongdin er innan almennar tænastur, og sjálvt um lagt verður upp fyri verkfallinum í fjør, er tað framvegis innan almennar tænastur, at størsta framgongdin er, sigur Hagstovan.