Almennar flytingar

Tá søgan einaferð skal skrivast um avrik samgongunar í valskeiðinum 2004/08 verður Flytingar ein høvuðsyvirskrift.

Kári P. Højgaard
løgtingsmaður

Nógv hevur verðið tosað um at fáa almenn arbeiðspláss út úr miðøkinum og leggja hesi í útjaðaranum. Náttúrligur er tankin, at hetta í størsta mun verður gjørt, tá talan var um nýtt virksemi og at ávísur fyrimunur stendst av hesum, havandi avleiðingarnar og kostnaðin í huga.
Valár er og ivaleyst verður uppgávan trupul hjá samgonguni at vísa á og prógva tey stóru politisku avrikini, framd eru hetta valskeiðið. Veljarin má merkja broytingar og framstig, um atkvøðan skal fara rætta vegin og harvið gagna flokkinum.
Tað sum hendi við fráboðaðu flytingini av Strandferðsluvirkseminum úr Tórshavn til Tvøroyri er átaluvert og átti at fingið fylgjur fyri onkran. Her er talan um alment virksemi og avgerandi broytingar í starvsfólkaviðurskiftunum, har greiðar reglur eru galdandi, hvussu fram skal farast, tá avgerandi broytingar verða framdar í setanarviðurskiftunum. Um samgongan leingi hevur arbeitt við hesi ætlan og hon var væl umhugsað, skuldi tað verið ein sjálvfylgja, at neyðugur peningur varð játtaður á fíggjarlógini til ætlaðu flytingarnar.
Mikið rok stóðst av samgonguætlanunum at flyta miðnáms-og heilsuskúlan ávikavist úr Vági og Tvøroyri til Porkeri/Hovs. Eitt ellisheim skuldi so fylla byggibúna grundøkið í Vági, meðan Tvøroyri sat eftir við ongum.
Sera trupult hevur verið at fingið nágreinað, hvussu stór eykaútreiðslan var av hesi óskiljandi ætlan og hvørjir fyrimunir vóru við broytingini, men eitt kann tó staðfestast, talan er um tveysiffraða milliónaupphædd í eykaútreiðslum at gjalda fyri politiska ynskið hjá samgonguni. Harumframt kemur so kostnaðurin hjá kommununum í sunnaru helvt fyri ellis-og røktarheimið.
Við at leggja tvey og tvey saman, so er flytingin av Strandferðsluni og tey 20 arbeiðsplássini eitt plástur á sárið til Tvøroyri. Samstundis er tað uttan iva atgongumerkið hjá Jákup Vestergaard til løgtingsvalið komandi, ið eftir ætlan verður 19 dagar eftir at flytingin er veruleiki.
Umskipanin av Toll og Skattstovuni er líka óskiljandi. Vágar, Eysturoy og Norðoyggjar verða samskipaðar í Gøtudali, meðan deildirnar í Saltangará og Klaksvík verða niðurlagdar. Væntandi verður hendan ætlanin hjá Sambandsflokkinum og Bárði Nielsen veruleiki áðrenn 19. januar 2008.
Einaferð bleiv tosað um at leggja tænasturnar so nær borgarunum sum gjørligt, tí tað tænir borgaranum best. Er tað ikki tað ikki beint øvugta, ið nú verður framt í verki?
Embætisfólk hava rúma tíð arbeitt við at seta út í kortið eina 2015 visjónsætlan. Nú eru bert samgonguflokkarnir eftir á torginum, andstøðan metir seg verða statistar í politiskum leiki, har embætisfólk hava leiklutin at seta út í kortið, meðan politiska skipanin lurtar og ger viðmerkingar. Slagorð løgmans er “Frá file fabrikk til ide fabrikk”.??Mín áheitan á breiðu samgonguna skal verða. Støðgið á og lat skil og skynsemi valda teir mánaðirnar, eftir eru av valskeiðinum.