Almenna umsitingin skerjast

Fyri at fáa pláss fyri møguligum lønarvøkstri hjá teimum alment løntu, hava allir landsstýrismenn játtað at skerja sína umsiting. Mikunáttina vórðu samgongulimir so dánt samdir um fíggjarlógaruppskotið

Samgongulimirnir høvdu týsdagin seinasta fundin, áðrenn fíggjarlógin fyri 2004 varð send til prentingar. Fundurin var settur til at vera klokkan eitt týsdagin, og ikki fyrr enn hálvgum trý mikumorgunin fann samgongan fram til eina fyrbils semju um fíggjarlógina.
Samgongan hevur nýtt fjúrtan dagar longri í ár um fyrireikingararbeiðið til fíggjarlógina enn vanligt er, og sum skilst á formanninum í fíggjarnevndini, Óla Breckmann, so er slettis ikki allar súðir syftar enn, tí sum hann sjálvur málber seg, so er hon bert so mikið fræg, at samgongulimirnir vórðu so dánt samdir, tá partarnir fóru hvør til sín týsnáttina.
Seinastu dagarnar hevur dúgliga verið gitt, hvørt fíggjarlógin fyri komandi ár fór at geva hall ella yvirskot, og sambært Óla Breckmann, so er ætlanin hjá samgonguna, at fíggjarlógin skal javnviga komandi ár. Fyri at fáa fíggjarlógina at javnviga komandi ár, hevur samgongan arbeitt eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár, men úrslitið er tað frægasta eftir útlitinum, sigur formaðurin í fíggjarnevndini

Nakrar lógarbroytingar
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, hevur álagt øllum ráðunum at spara 1% fyri komandi fíggjarár. Í tí viðfangi hevur víst á, at fleiri útreiðslur eru lógarbundnar, og tískil er neyðugt við lógarbroytingum, um møguleiki skal verða fyri at fylgja boðunum hjá Karsten Hansen.
Spurdur, um tað kom fram á samgongufundinum, hvørjir landsstýrismenn verða noyddir at fremja nakrar lógarbroyting, svarar Óli Breckmann, at tað er longu fastlagt, at einstakir landsstýrismenn mugu gera nakrar lógarbroytingar á teirra økjum
Formaðurin í fíggjarnevndini nevnir Páll á Reynatúgvu, Bjarna Djurholm og Jacob Vestergaard, sum allir verða noyddir at fremja lógarbroytingar í samband við fíggjarlógina fyri komandi ár.

Lagt upp fyri lønarhækkanin
Samgongan er samd um at halda aftur í íløgum fyri komandi ár, tí búskaparliga støðan ger, at tað neyðugt at slaka á íløgusíðuni. Kortini er peningur settur av til viðlíkahald av vegakervinum, ferjulegurnar, teknisku skúlarnir í Klaksvík og Havn og ellis- og røktarheim kring landið.
Sum skilst, so hevur stóra stríðsmálið undir fyrireikingunum til fíggjarlógina verið, hvussu stórur almenni raksturin skal vera komandi ár. Óli Breckann vísir á, at almenni raksturin hevur vaksið støðugt seinastu árini, og at kjakið um raksturin fyri komandi ár var knútapunktið á samgongufundinum í gjár.
Í oktober ganga flestu sáttmálarnir út á almanna arbeiðsmarknaðinum, og skulu almennu fakfeløgini fáa sama lønarvøkstur sum privati arbeiðsmarknaðin fekk í vár, so veksa lønarútreiðslurnar nógv komandi ár hjá tí almenna, og harvið eisini raksturin hjá tí almenna.
Spurdur, um samgongan hevur lagt upp fyri eini møguligari lønarhækkan á almenna arbeiðsmarknaðinum, svarar Óli Breckmann, at allir landsstýrismenninir hava játtað at skerja í umsitingini, og inntøkurnar frá skerjingini skulu nýtast til ein møguligan lønarvøkstur hjá teimum alment løntu.

Størst innhøgg hjá Bjarna Djurholm og Jacob Vestergaard
Undir fíggjarlógarviðgerðini í fjør, hartaði Óli Breckmann tjóðveldislandsstýrismenninar fyri ikki at gera nóg nógv fyri at skerja á teirra økjum, meðan landsstýrismenninir hjá Fólkaflokkinum gingu undan. Spurdur, um støðan er tann sama í ár, svarar formaðurin í fíggjarnevndini, at størstu innhøggini eru gjørd á økjunum hjá Bjarna Djurholm og Jacob Vestergaard.
?Alir landsstýrismenn spara í umsitingini, og tað er avgjørt positivt, men ein má leggja sær í hug at minsti ágangurin er vendur ímóti Bjarna Djurholm og Jacob Vestergaard, tí útreiðslutrýstið hjá teimum er ikki so stórt. Hinvegin er tað altíð torført at fremja skerjingar á økinum hjá Páll á Reynatúgvu og Bill Justinussen, tí útreiðslutrýsti er stórt og fólk gerast rættiliga skjótt misnøgd við skerjingar á almann og heilsu økinum, sigur Óli Breckmann at enda.