Myndugleikarnir í Venesuela hava avlýst øll almenn nýggjárstiltøk orsakað av, at Hugo Chavez er illa sjúkur av krabbameini. Chavez er á sjúkrahúsi í Kuba, og venesuelsku myndugleikarnir siga, at hann er versnaður.
-Læknarnir hava sagt okkum, at teir hava staðfest nýggjar trupulleikar í andingargøgnunum, og tað vistu vit einki um frammanundan, sigur varaforsetin,Nicolás Maduru. Tí hava myndugleikarnir gjørt av at avlýsa øll almenn nýggjárstiltøk, sigur hann.
Bæði viðhaldsfólk og andstøðan hava sagt seg vóna, at forsetin verður frískur.