Almenna ferðavinnan fær ikki úr hjálparpakkanum

Hvørki Hotel Hilton ella Atlantsflog fáa pengar úr hjálparpakkanum hjá landsstýrinum.

 

Í dag legði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, fram »Uppskot til løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19«. Tað er hjálparpakkin, sum sambært landsstýrinum skal hjálpa ferðavinnuni at koma ígjøgnum koronukreppuna.

Uppskotið er tó ikki galdandi fyri tann partin av ferðavinnuni, sum landið eigur. Tað vil siga, at hvørki Atlantsflog ella nýggja hotellið hjá Atlantsflog, Hotel Hilton Garden inn kunnu fáa pengar úr hjálparpakkanum.

Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt soleiðis:

»Stuðulin skal veitast fyritøkum, sum reka vinnuligt virksemi. Skotið verður tí upp, at stuðulsskipanin, eins og eftir verandi skipan, ikki skal fevna um stovnar innan fyri almennu fyrisitingina hjá landinum ella kommununum, og feløg, grunnar o.a. við almannagagnligum ella góðgerandi endamáli. Stuðulsskipan er ætlað privatu ferðavinnuni, og vinnufeløg, grunnar o.a. hjá landi og kommunum, har landið ella kommuna eiga meirilutan ella velja meirilutan av nevndarlimunum, undir hesum dótturfeløg hjá nevndu feløgum og grunnum, eru tí eftir uppskotinum heldur ikki fevnd av uppskotinum.«

Nú er hotellið hjá Atlantsflog ikki latið upp enn, og hjálparpakkin hjá landinum er bara galdandi til hendan mánaðin út. Men ætlanin var, at bæði tey nýggju hotellini, Hotel Brandan og Hotel Hilton, skuldu verið latin upp til summarið.

Og skuldi hjálparpakkin verið longdur, so fer hann kortini ikki at fevna um hotellið hjá Atlantsflog. Men vandin man ikki vera so stórur kortini, tí Atlantsflog hevur bundið seg at tryggja raksturin hjá hotellini fyrstu fimm árini. Og tá landsstýrið samstundis fer hjálpa Atlantsflog, um flogfelagið fær fíggjarligar trupulleikar, so er nýggja hotellið harvið eisini minst líka væl tryggjað, um ikki betur, enn privatu hotellini.

Hjálparpakkin hjá landsstýrinum kemur til viðgerðar í Løgtinginum fríggjadagin.

 

Uppskotið kann lesast her