Almenna bygdasavnið er sýnisgluggin hjá felagnum

Fornminnisfelagið í Nes kommunu hevur sett á stovn eitt alment bygdasavn, sum er sýnisgluggin hjá felagnum. Eitt fólk er sett í hálvtíðarstarv at standa fyri dagliga rakstrinum, taka móti gripum frá fólki, skráseta teir, gera framsýningar og taka móti vitjandi og greiða frá. Hin størsta framsýningin er í Gamla Prestagarði á Nesi. Í hinum húsunum, sum felagið eisini eigur, eru framsýningar, myndir og gripir, sum kunnu lýsa fólk og virksemi og ymisleikan í bygdasøguni

FORNMINNI

Í bygdunum Nes, Toftir og Saltnes, sum eru bygdirnar í Nes kommunu, hevur eitt avgjørt virkið fornminnisfelag sín heimstað og varar av nógvum forngripum, áhugaverdum søguligum støðum og fleiri húsum - ymisk í sniði og stødd og við hvør sínari søgu.

Virksemi felagsins
Felagið varð sett á stovn hin 25. november í 1995. Endamálið er at savna gripir, søguligar frásagnir og at gera søguna í kommununi sjónliga.
Hetta er eitt áhugafelag við viðtøkum og aðalfundi, og sum skipar fyri ymiskum tiltøkum, eitt nú limafundum og/ ella jólaveitslu við undirhaldi, sangi og burturluting.
Fornminnisarbeiðið hevur verið væl stuðlað í økinum, bæði av kommununi, virkjum og feløgum - og av privatum. Uttan henda stuðul hevði als ikki borið til at rikið slíkt siðsøguligt virksemi.
Fornminnisfelagið hevur sett á stovn eitt alment bygdasavn: Bygdasavnið í Nes komunnu.
Bygdasavnið er sýnisgluggin hjá felagnum. Eitt starvsfólk er sett hálva tíð at standa fyri dagliga rakstrinum, taka móti gripum frá fólki, skráseta teir, gera framsýningar og taka móti vitjandi og greiða frá.
Hin størsta framsýningin er í Gamla Prestagarði á Nesi. Í hinum húsunum eru eisini framsýningar, myndir og gripir, sum kunnu lýsa fólk og virksemi og ymisleikan í bygdasøguni.
Bygdasavnið er skipað eftir Løgtingslóg um Bygdarsøvn og fær tí almennan stuðul frá landinum.
Vanligt hevur verið at velja somu nevnd bæði í fornminnisfelagið og bygdasavnið.
Í fyrstu nevndini sótu: Karl Johannesen, formaður, Mikael Jóhan Heinesen, næstformaður, Magdalena Andreassen, kassameistari, Jacob Michael Mikkelsen, Hilmar Højgaard. Eykalimir: Sólrun Lómstein og Regin Debess.
Verandi nevnd, vald á aðalfundinum í mars 2011: Josefina Jacobsen, Dagfinn Højgaard, Judith Johannesen, Aloma Davidsen og Jónsvein Mikkelsen. Eykalimir: Ásla Gøthe og Hákun Jacobsen.

Gamli Prestagarður
Í 1998 keypti Fornminnisfelagið Gamla Prestagarð á Nesi frá Føroya Landsstýri. Prestagarðurin hevði tá staðið tómur í nøkur ár.
Eitt sindur burtur úr søguni hjá Gamla Prestagarði á Nesi:
Nesbygd er nevnd í Kongsbókini og Hundabrævinum frá tíðarskeiðnum 1350-1400, har menn fáa loyvi til at hava hundar á Nesi.
Í 1541 býr Heini Havreki á Nesi og er prestur fyri alla Eysturoynna. Í 1551 verður hann útnevndur til at vera varabispur, og í 1558 verður hann av Jens Riber settur til próst – Føroya fyrsta próst.
Próstatíðin við ongum bispi í Føroyum vardi í 406 ár, og í hesum tíðarskeiði sat prósturin á Nesi í 215 ár.
Nes var kirkjuliga sæð miðdepil fyri Eysturoynna og oftast fyri allar Føroyar.
Í 1677 vóru fransar og rændu í prestagarðinum á Nesi.
Tá V.U.Hammershaimb verður settur prestur á Nesi hin 29. mars í 1862, verður avgjørt at byggja ein nýggjan prestagarð og at taka tann gamla niður. Hesin nýggi prestagarður verður gjørdur eftir tekning hjá konu Hammershaimbs, Elisabeth Christiane Augusta fødd Gad. Eisini systkinabarn Hammershaimbs, Jomfrú Schrøter, dóttir Suðuroyar prest, J.H. Schrøter, hevði ein týðandi leiklut í hesi nýbygging við tað, at hon lænti honum pening til byggingina. Og væl gekst at smíða, tí longu hin 21. november í 1863 fluttu prestahjúnini Hammershaimb inn í nýggja prestagarðin, sum tá vóru næst størstu hús í landinum - eftir Amtmanshúsini í Havn.
Prestagarðurin á Nesi hevði eitt bókasavn, nevnt “Østerøe Laanebibliotek”, tíðarfest í 1838 fyri alla Eysturoynna. Tilsamans eru umleið 350 bøkur úr hesum gamla bókasavni til skjals.
Í prestagarðinum var eisini postavgreiðsla. Postkassin “Den gejstlige postkasse for Østerø Syssel” er partur av framsýningini í prestagarðinum, eins og skrivipulturin hjá Fríðrikki Petersen, klaverið hjá Hans Jacob Højgaard og chatollið hjá Marie Rønning eru partar av føstu framsyningini.
Gamli Prestagarður á Nesi stendur sunnan fyri Nesá, sum rennur oman úr Kornvatni. Norðanfyri ánna stendur kirkjan á Nesi, bygd í 1843, við kirkjugarðinum king.
Á Neshamri er lendingin við neystum og leivdum eftir einum handli. Nýliga er standmynd sett oman fyri Gamla Prestagarð, gjørd av Erik Olsen, sála úr Rituvík, sum eitt minni um tey fólk, sum fluttu til Rituvíkar í endanum av 1800-talinum.

Gamla Gerði á Nesi
Uppisitarin av náðinsgarðinum á Torkilsheyggi (anneksgaarden - til prestagarðin), Magnus Olsen doyði í 1843. Nakað eftir hetta, flutti einkjan, Agathe Joensdatter, við familju síni inn í teirra nýggju hús, ið nú verða nevnd Gamla Gerði á Nesi. Í einari sill er hennara innskrift ABSJT KRSSF AN 1845. So húsini eru frá 1845.
Húsini hava roykstovu við moldgólvi og koyggjum og glasstovu eisini við koyggjum. Í sunnara enda er inngongd í lítlan køk og málað kamar við song. Tey eru áføst í norðara enda við fjósi og hoyggjhúsi, sum framvegis eru í brúki.
Húsini eru í løtuni undir umvælingar, men kunnu síggjast eftir avtalu.

Køkshúsini á Toftum
Køkshúsini standa miðskeiðis í heimrustini á Toftum, ið er tann elsti parturin av bygdini, sum lá millum áirnar, Fossánna og Helluánna. Tey eru sett saman av tvinnum húsum. Ein partur av húsunum varð smíðaður umleið 1876 áfastur húsini í Túni, (sum stóðu umleið, har lítla P-plássið er). Julius í Køkinum (1873—1959) keypti henda partin frá Toftajógvani í 1906 fyri 200 krónur, stødd 5 x 7 alin. Hann flutti húsini norður á grundina hjá Hákunarstovu í 1915 og bygdi tey saman við eini onnur hús, sum hann keypti oman av Hamri. Tey húsini vórðu helst smíðað í 1806 og eru í dag niðari partur av Køkshúsunum.
Bygdasavnið keypti húsini, sum kunnu sigast at lýsa søguna á staðnum og umboða væl eini sethús hjá einum handverkara í 20. øld.
Húsini verða brúkt til ymisk endamál, eitt nú til hugnaløtur og jólasølu. Har er framsýning uppsett, sum kann síggjast eftir avtalu.

Gaddhúsini á Nesi
Gomlu húsini á Gadd vórðu smíðað í 1874. Tað var Magnus Andreassen, ættaður innan úr Forna, ið bygdi tey. Kona hansara æt Elsebeth Malena Johannesen av Fossinum. Trøðin var lítil, bert 6.909 fermetrar.
Upprunahúsini vóru væl minni enn núverandi hús. Roykstovan var 8,25 fermetrar, kamar 5,22 fermetrar og gongd 2 fermetrar, og har stóð kúgvin. Tilsamans umleið 15½ fermetrar. Yvir kamarinum var eitt sera lítið loft.
Jóhannus, sonur Magnus, bygdi uppí húsini vestureftir, tilsamans 17 fermetrar. So verandi hús eru uml. 33 fermetrar.
Nýtt fjós varð laðað í 1933, og tað var Jens uppi á Regni, sum gjørdi hetta arbeiði.
Tá mest var, vóru 14 fólk í húsi uppi á Gadd, so har hevur verið hjartarúm.
Gaddhúsini blivu frágingin miðskeiðis í 1980-unum.
Húsini eru í løtuni undir umvæling, partvís moderniseraði, og framsýning er uppsett. Gaddhúsini kunnu eisini síggjast eftir avtalu.
Ognir felagsins eru soleiðis: Gamli Prestagarður Nesi, Gamla Gerði á Nesi, Gaddhúsini á Nesi og Køkshúsini á Toftum.