Almenna búskaparstýringin yvir og farin

Tað er væl klárað, at fíggjarmálaráðharrin fær fjølmiðlarnar at tosa um eina “tálmandi” fíggjarlóg, og síðani lastar kommunurnar fyri ovurnýtslu. Landsstýrið hevur bæði slept allari ábyrgd av landskassabúskapinum og hevur støðugt noktað at gera bindandi avtalur við kommunurnar

Kollektiva minnið í Føroyum hevur altíð víst seg at vera sera stutt. Ikki tí at vanlig fólk ikki minnast. Men tí at tað, ið verður lagt fram í almenninginum, er óminniskent og óviðgjørt. Tað ber til hjá politikarum at siga hvat sum helst í fjølmiðlum, uttan at tað verður eftirkannað ella hildið upp móti veruleikanum.

 

Úrslitið verður tí, at bæði samgongu- og andstøðupolitikarar sleppa at mála hvør sín mynd av veruleikanum, og fólk kunnu so bara velja, hvørjum tey vilja trúgva.

 

Tak nú bert alt tosið um búskapin og fíggjarlógina. Magni Laksáfoss hevur lært skjótt at laga seg til sonevnda “pragmatiska” politikkin hjá sitandi samgongu. Tá tað ikki eydnast at fáa eitt úrslit ella at fremja bara nakað av tí skilagóða, hann hevur tosað um, so ræður bara um at látast sum tað er hent.

 

Hvar er tálmingin?

Fíggjarlógin er nú løgd fram. Tað er ikki ringt at rokna út hvat hon sigur. Havi eg roknað rætt, so vaksa útreiðslurnar við 295 mió. krónum og skattalættin verður 70 mió. kr. hjá landinum. Úrslitið á botnlinjuni er sostatt 365 mió. kr verri enn í ár – og hesir pengar fara beinleiðis í umfar í samfelagnum. Umframt hetta eru fleiri fjaldar útreiðslurog íløgur í landskassaroknskapinumum – tildømis nýggjur tekniskur skúli og handilsskúli í Marknagili, sum samgongan valdi at fíggja við serligum láni, ið kostar landskassanum 60 mió. kr. meira, enn um landið fíggjaði beinleiðis.

 

Hetta er uttan iva mest ekspanderandi/vaksandi fíggjarlóg í nýggjari tíð. At tað ber til at kalla tað “tálmandi” og fáa fjølmiðlar at endurtaka tað sum eitt faktum, er eitt satt bragd fyri fíggjarmálaráðharran og hansara flokk.

 

Men tað er eitt satt afturstig fyri búskaparligu ábyrgdina og fyri ein sjálvberandi búskap.

(Nú vil onkur sjálvandi siga, at vit skóru blokkstuðulin og so kunnu vit skeldast um tað. Men tá var talan um at taka meira enn 360 mió. ÚR búskapinum, at stýra ábyrgdarfult og standa á egnum beinum. Og var tað ikki gjørt, er neyvan nakar ivi um, at vit longu høvdu endurtikið øll 80’ini á tamb. Nú er talan um at koyra 360 mió. INN í búskapin – samstundis sum privati búskapurin hevur stóran vøkstur.)

 

Landið hevur ábyrgdina av samlaða búskapinum

Fíggjarmálaráðharrin hevur so funnið eina aðra ekspanderandi fíggjarlóg at halda seg upp ímóti. Hann skýrir Tórshavnar Kommunu ábyrgdarleysa – og setir tað upp soleiðis, at nú vil hann tálma, meðan Tórshavnar Kommuna hitar.

 

Trupulleikin er bara, at Tórshavnar Kommuna ger júst tað sama, sum landið hevur gjørt undanfarnu fýra árini: Brúkar allan inntøkuvøksturin og letur út í skattinum samstundis.

 

Og tað er landsstýrið sum hevur ábyrgdina av landsbúskapinum og hevur allar heimildir at tryggja eitt samsvar millum landskassa- og kommunubúskapin. Ferð eftir ferð er landsstýrið ávarað um, at kommunali búskapurin veksur ótálmað – serliga í summum pørtum av landinum.

 

Undanmaður Magna, Bárður Nielsen, avtók saman við landsstýrinum avtalurnar um íløgukarm hjá kommununum, sum vóru væl skipaðir undir fullveldislandsstýrinum.

 

Og so seint sum í desember í fjør, heitti andstøðan staðiliga á landsstýrismenninar í fíggjarmálum og kommunumálum um at fáa avtalur við kommunurnar um bæði íløgu- og rakstrarkarm. Hetta lovaðu landsstýrismenninir tá. Men nú 9 mánaðar seinni, kom heldur onki burturúr.

 

Ábyrgdin sum kastibløka

Tí er tað ábyrgdarundanstøkking við lít, tá landsstýrismaðurin nú lastar kommunum fyri ábyrgdarleysan fíggjarpolitikk. Landsstýrið hevur øll amboðini at stýra almenna búskapinum, men nýtir tey ikki.

 

Og tá kommunurnar og landsstýrið byrja at kasta ábyrgdina eftir hvørjum øðrum, er vegurin greiður til, at ongin hevur ábyrgdina.

 

Eg ivist ikki í, at fíggjarmálaráðharrin vil nakað annað, men hann er bundin av eini samgongu, ið bert vil duffa víðari ein dag ísenn.

 

Fáa vit ikki eitt politiskt skifti í Føroyum, sum setur ábyrgd og sjálvræði ovast á breddan, er almenna fíggjarstýringin yvir og farin.