Almenn starvsfólk skulu sleppa at arbeiða longri

Nú skulu almenn starvsfólk ikki longur verða noydd at fara frá, tá ið tey fylla 70.

Tað hevur samgongan sett sær fyri.

Sum nú er, skulu almenn starvsfólk hjá landinum frá, tá ið tey gerast 70 ár.

- Verður hetta broytt, kann hugsast, at fleiri fara at halda fram at arbeiða eftir 70 ára aldur, heldur samgongan.

Hetta hevði havt við sær, at útboðið av arbeiðsmegi veksur útboð og sostatt hækka inntøkurnar av skatti eisini.

- Eisini hevði Landskassin spart útreiðslur til fólkapensjón, tí at tey, sum halda fram at arbeiða, missa viðbót til fólkapensjónina.

Ætlanin er kortini ikki at øll almenn starvsfólk skulu hava rætt til at halda fram.

Treytin fyri, at eitt alment starvsfólk sleppur at halda fram, eftir at tað hevur fylt 70 ár, skal vera, at at leiðararin hjá viðkomandi viðmælir tað.

Ætlanin, at loyvi at halda fram í starvi, eftir 70 ára føðingardagin, verður givið fyri tvey ár í senn.

Annaðhvørt ár skal sostatt metast um, antin viðkomandi starvsfólk framvegis er egnað til starvið.