Almenn starvsfólk krevja meiri í løn

LØNARSAMRÁÐINGAR Vit skulu hava eina munandi lønarhækking, sigur Selma Ellingsgaard

- Vit skulu hava eina munandi lønarhækking!
Tað staðfestir Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.
Sáttmálarnir ímillum Fíggjarmálaráðið og øll fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum fara úr gildi 1. oktober.
Og samráðingarnar um ein nýggjan sáttmála eru longu byrjaðar, nakað væl fyrr enn vanligt, tí oftast eru samráðingarnar ikki byrjaðar fyrrenn eftir summarfrítíðina.
Partarnir hava havt ein fund og har hava tey avtalað fleiri fundir.
Teir verða longu nú fyri summarfrítíðina.

Málið er greitt
Eins og seinasta, verða tað tey fimm størstu feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum samráðast saman.
Tað eru tey fimm feløgini, Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava tikið seg saman í eitt samstarv, tey stutt og greitt kalla Almenna Fakfelagssamstarvið.
Tilsamans umboða tey heili 7000 almenn starvsfólk, so tað er ein máttmikil blokkur, sum samráðist saman um nýggjan sáttmála.

Og nú tey fimm feløgini hava sett seg til samráðingarborðið, er endamálið greitt.
- Sjálvandi skulu vit hava eina lønarhækking, sigur Selma Ellingsgaard.
Hvussu stór lønarhækkingin skal vera, vil hon onki siga um.
Men hon staðfestir, at tað skal vera ein lønarhækking, sum munar.
Hon heldur eisini, at tey fimm fakfeløgini hava eitt gott grundarlag at byggja eitt lønarkrav á.
Hon vísir á, at nú Løgtingið hevur samtykt fíggjarkarmarnar fyri næsta ár, stendur beinleiðis í teimum, at broytast lønirnar, skal útreiðslustigið hjá landskassanum lagast eftir tí.
Har stendur: Rakstrarútreiðslurnar eru framskrivaðar við 2011-prísum, men landssty?rið er tó samt um, at verða lønarsáttmálarnir broyttir, verður útreiðslukarmurin broyttur tilsvarandi……
- Tað taka vit sum um at at samgongan er sinnað at góðtaka eina lønarhækking og tí halda vit eisini, at har er okkurt at fara eftir, sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum.

Etin upp
Hon staðfestir eisini, at tað var ein orsøk til, at tey fimm fakfeløgini í oktober í fjør góðtóku at gera ein eitt árssáttmála við eini lønarhækking upp á eitt prosent.
- Seinast fingu vit ikki ta lønarhækking, vit ætlaðu og tískil vildu vit ikki gera sáttmála fyri meiri enn eitt ár.
Men endamálið við at gera ein so stuttan sáttmála var heilt avgjørt, at vit skulu hava eina líkinda lønarhækking í ár.
- Tað skal vera ein lønarhækking, sum munar, og hon skal vera størri enn tað eina prosenti, vit fingu í fjør.
Hon nevnir eisini, at síðsta árið eru prísirnir nógv uppfarnir, bæði matur og brennievni, so tað eina prosentið, tey fingu í fjør, er uppetið í prísvøkstri.
Samstundis eru útlit fyri einum búskaparligum vøkstri, leggur Selma Ellingsgaard afturat.
Hon sigur, at um tað so verður ein eitt árs sáttmáli, ella ein tvey ára sáttmáli, veldst um úrslitið.
- At vit gjørdu ein eitt árs sáttmála í fjør, skal takast sum um at vit avgjørt ikki vóru nøgd við úrslitið. Men tað varð góðtikið upp á tað, at vit skulu bæði hála tað inn aftur í ár og fáa eina ítøkiliga, sámuliga lønarhækking, sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum.
Snorri Fjallsbak, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum er burturstaddur.