Almenn størv úr Tórshavn til Suðuroyar

...fær fólk til at mála fan­an á veggin

Finnleif Guttesen

Ein tjóð­veld­is­lands­stýr­is­mað­ur dittaði sær til at siga em­bæt­i­s­valdinum í Tórshavn í­móti og flutti Almenna-og heils­u­skúlan til Suðuroyar og gav hendan stórhending 4, skrivar fýra, almenn størv.
Onkur “landspolitikkari” segði, at høvuðsstaðurin var við at doyggja út.
Nú er tað ein fólk­a­floks­lands­stýrismaður úr Suðuroy, ið endaliga hevur fingið fing­ur­in út, og dittar sær til, at siga embætisvaldinum í Tórshavn ímóti við at flyta 20 almenn arbeiðspláss til Suð­uroyar. Og hendan ætlan fær allan høvuðsstaðin upp í øsing.
Onkur “landspolitikkari” sigur, at høvuðsstaðurin er við at doyggja út.
Nær fóru øll hesu østu fólk í høvuðsstaðnum á barr­i­kad­urnar fyri tímaløntu ar­beiðs­kvinnunum og manninum, tá$ ið tey vóru søgd úr stavi ella teirra arbeiðspláss var flutt.—Svarið er ongantíð!
Sum orðatakið sigur, her er roykur men eingin grind.