Almenn serbisk frágreiðing avsannar Screbrenica-hópmorðið

Ein nýggj almenn serbisk frágreiðing avsannar, at serbar framdu hópmorð við bosniska býin Screbrenica í 1995

Balkan
Árni Joensen:

Ein nevnd, sum stjórnin í tí serbiska partinum av Bosnia hevur sett, hevur skrivað ta nýggju frágreiðingina. Nevndin vísir aftur vesturlendskum metingum, sum siga, at serbar beindu fyri umleið 8.000 bosniskum muslimum, eftir at serbiskir hermenn høvdu tikið býin Screbrenica, sum var undir ST-eftirliti.
Frágreiðingin sigur, at umleið 2.000 muslimskir hermenn doyðu í bardøgunum við býin.
ST og Reyði Krossur hava sagt, at nógv av teimum deyðu vóru sivilfólk, yvirhøvur dreingir og eldri menn, og at teir vórðu skotnir í tí ringasta hópmorðinum í Evropa síðani seinna heimsbardaga. Bosnisku muslimarnir vilja vera við, at 7.942 dreingir og eldri menn hvurvu, men tey, sum sluppu livandi frá tilburðinum, vilja vera við, at serbisku hermenninir beindu fyri meiri enn 10.000 fólkum.
ST hevur ákært serbiska generalin Ratko Mladic fyri hópmorðið í Screbrenica, men hóast krígsbrotsmannadómstólurin í Haag hevur kravt at fáa generalin útflýggjaðan til rættarsókln, er hann framvegis ikki tikin.