Almenn ráðstevna um vitlíki og etikk

28. mai kl. 9.00-12.00 verður almenn ráðstevna í Kongshøll.

 

Tíðindaskriv:

 

Evnið er Vitlíki og etikkur í heilsuverkinum og almenna geiranum

Í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya, skipar Etiska ráðið fyri viðkomandi íblástrir um hetta sera viðkomandi evnið.

Ráðstevnan vendir sær til øll við áhuga fyri vitlíki, bæði tey, sum síggja fyrimunir og vansar.

Vitlíki, ella AI, er komið, og stórar fyritøkur og stórveldi kappast um at vera fremst í menningini. Tað er stórt vald og nógv ávirkan í hesum. Nógv er at hoyra um vitlíki, men hvør kann stýra gongdini? Hvar enda vit? Hvør hevur ábyrgdina? Hvar er etikkurin? 

Komandi mikudag fáa vit vitjan av Helgu Brøgger, úr Noregi, sum er serlækni í radiologi og granskari í vitlíki. Afturat henni hava dugnalig fólk stuttar framløgur, sum lýsa evnið á ymsum økjum í landi okkara. Aftaná verður panel.  

Ráðstevnan er ókeypis og fyri øll.