Greinin í Dimmalætting tann 20. juli, har læknastjórin er endurgivin er ógreið og kann misskiljast. Tí er tað týdningarmikið, at nøkur viðurskifti verða fingin upp á pláss.
Í sjúkrahúslógini er ásett, at tey 3 sjúkrahúsini í Føroyum skulu samstarva - og tað gera tey eisini. Hetta framgongur týðuliga av álitinum um framtíðar sjúkrahúsverk, sum var til viðgerðar í Løgtinginum í apríl. Um so er, at tað var møguligt at senda ein sjúkling til viðgerðar á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum ikki kann viðgerðast á Landssjúkrahúsinum, so átti hetta at verið gjørt.
Hinvegin hevur Landssjúkrahúsið og serlæknar har - sum nú er - ikki heimild til at senda ein sjúkling til viðgerð á privatu klinikkini Artharmonia, sum hevur leigað seg inn á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Tað eru fleiri serlæknar á føroysku sjúkrahúsunum, sum hava privat virksemi, við síðunar av sínum almanna starvi á sjúkrahúsunum. Hetta verður fíggjað av viðskiftafólki sjálvum ella gjøgnum sjúkrakassaskipanina, sum serlæknarnir hava avtalu við. Tað eru ikki sjúkrahúsini, sum rinda fyri hetta og tey kunnu tískil heldur ikki ávisa sjúklingar til hesa viðgerð.
Viðgerð, sum ikki kann fremjast á føroysku sjúkrahúsunum, verður fíggjað av kontuni fyri serviðgerð uttanlands. Henda viðgerð verður sum meginregla framd uttanlands. Tó kunnu tey føroysku sjúkrahúsini søkja Almanna- og heilsumálaráðið um fígging til, at viðgerðin verður framd í Føroyum, við at serfrøðingar koma higar í staðin fyri, at sjúklingurin verður sendur uttanlands. Tá verður millum annað hugt at, hvar viðgerðin er bíligari. Júst Klaksvíkar sjúkrahús hevur verið sera virki, tá tað kemur til, at gera avtalur um at fáa serfrøðingar henda vegin, soleiðis at færri sjúklingar er farnir av landinum, samstundis sum meiri virksemi hevur verið á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Í okkara grannalondum verður nógv tosað um, hvussu greiður skilnaður kann verða tryggjaður millum almanna og privata virksemi innan heilsuøki. Hesin spurningur er eisini viðkomandi hjá okkum. Um so er, at alment settir serlæknar á sjúkrahúsunum kunnu senda sjúklingar, sum hava fingið ávísing til sjúkrahúsið, at verða viðgjørdir á síni privatu klinikk, so kann hetta føra til eina ógvuliga óhepna atferð.









