Almenn móttøka í Kvinnuhúsinum

Víðkaða ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum fær nýggj høli, navn og búmerki

Í longri tíð hevur verið arbeitt við at betra um ambulantu ráðgevingina í Kvinnuhúsinum. Harðskapsráðgevingin er ætlað kvinnum og monnum, sum eru ella hava verið útsett fyri harðskapi í parlagi og nærsambondum. Har afturat er ráðgevingin eisini ætlað avvarðandi, sum ofta hava tørv á ráð og vegleiðing í mun til støðuna hjá teirra kæru.

 

Tað er av alstórum týdningi, at harðskapsrakt hava møguleika at søkja sær hjálp fyri harðskapin, og at tey skjótast gjørligt kunnu fáa ráðgeving, stuðul og vegleiðing. Hetta fyri at ónda ringrásin við harðskapi kann verða brotin.

 

Skráin:

 

Edda Hjartvarsdóttir, forkvinna í Kvinnuhúsfelagnum bjóðar vælkomin

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum sigur nøkur orð

 

Tónleika framførsla

 

Eyðvør Tausen Olsen, leiðari í Kvinnuhúsinum sigur nøkur orð

 

Navn og búmerkið verður avdúkað

 

Vit bjóða kaffi, te og smákøkur.

 

Móttøkan verður í hølunum í ráðgevingini hjá Kvinnuhúsinum, Hoydalsvegur 6

 

Mánadagin 18. september 2023 kl. 14.

 

Verði hjartaliga vælkomin