Í morgin, sunnudagin, verður almenn móttøka í Sandvík í sambandi við eina nýggja bók, sum er skrivað um bygdina.
Tað er Steinbjørn B. Jacobsen, sum nýliga hevur latið úr hondunum bókina ?Grund 3?, sum er søgur úr Sandvík. Og í morgin verður so almenn móttøka í bygdarhúsinum, Ranhøll, í Sandvík frá klokkan 14 til 17, har bókin verður løgd fram.
Rithøvundurin verður sjálvur til staðar og fer at greiða frá bókini og har verður eisini ein góður drekkamunnur at fáa.
Forlagið Sprotin, sum hevur givið bókina út, sigur, at Steinbjørn B. Jacobsen hevur latið úr hondum eina einastandandi áhugaverda bók um Sandvíkina.
- Tað er ikki søgufrøðingurin, ið skrivar. Tað er maður, ið vaks upp í Sandvík, sum hevur sínar røtur í Sandvík og sín alsk til plássið. Hann sigur frá fólki og tilburðum har. Hann kendi fólkini, velti og róði út og sat undir hvørjum orði. Orðini læt hann búnast í sær, og sum vaksin festi hann tey á blað og gav okkum tey. Livandi, lætt og stuttligt í ektaðum Steinbjarnar-stíli, sigur forlagið.
Hetta er triðja bókin, Steinbjørn B. Jacobsen skrivar um Sandvík. Tær báðar fyrru eru endurminningar, men hetta er meiri ein bygdarsøga.
Sjálvur sigur høvundurin, at tað var longu, tá ið hann var liðugur at vera lærari, at tað kom til hansara, at hann skuldi skriva barnaminni úr Sandvík.
Tey komu út í bók 2004 við heitinum Grund 1 og árið eftir kom so Grund 2.
Men hann fekk ikki frið á sær og sum hann sjálvur sigur:
- Um eg so lá fyri deyðanum, hevði eg ikki, sum tey gomlu kundu taka til, fingið frið at doyggja, um alt tilfarið, sum er komið við í Grund 3, ikki var skrivað, men farið út á gloymskunnar endaleysa havi.
Tí fór hann undir hesa bygdarsøguna tíðliga á heysti 2009 og nú er hon so liðug. Hann leggur eisini dent á, at hann hevur fingið nógvar óvantaðar myndir við, sum eru ein fongur fyri bókina.