Í dag, mánadagin klokkan trý korter til trý verður almenn móttøk fyri svimjarunum á World Cup liðnum. Móttøkan verður á Tryggingarfelagnum Føroyum á Kongabrúnni.
Liðið, ið kemur heim úr Stokkhólmi er: Birita Debes úr Flot, Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag og Pál Joensen, úr Suðuroyar Svimjifelag.
Somuleiðis er sjálvandi talan um Jón Bjarnason, venjara, Thurid Kjærbo, leiðara og fysioterapeuti og, Róki í Jákupsstovu, ferðaleiðara.
Suðurrás skrivar, at móttøka verður eisini fyri svimjarunum í Billardhúsinum klokkan 18 í dag og har eru eisini øll vælkomin.