móttøka
Í sambandi við at Katrin Olsen hevur verið við til at vinna silvurmerki í HM-róðri fyri dupultfýrara, skipar barndómsfelagið hjá Katrini, Róðrarfelagið Knørrur í Havn, fyri almennari móttøku til tess at heiðra hana fyri hetta megnar avrik.
Móttøkan verður fríggjadagin 9. september, kl. 18:00 í neystinum hjá Róðrarfelagnum Knørri, yvir av timburhandlinum hjá Valdemari Lützen.
Á skránni verður horntónleikur, felagssangur, røður og gávuhandan. Tey, sum fara at halda røðu, verða Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, Jógvan Arge, varaborgarstjóri, Jan Herman Hansen, næstformaður í Róðrarsambandinum, og Jannie Dam Jacobsen, forkvinna í Róðrarfelagnum Knørri.
Aftaná verður smurt breyð og leskidrykkur at fáa í neystinum hjá felagnum. Øll eru hjartaliga vælkomin.










