Almenn móttøka fyri Høgna Kunoy Dávason

Hann er nýggjur norðurlendskur meistari í taekwondo, og nú verður skipað fyri móttøku fyri 14 ára gamla kemparanum í Søldafirði

Um vikuskiftið gjørdist 14 ára gamli Høgni Kunoy Dávason norðurlendskum meistari í taekwondo. Hann vann gull í bólkinum A -59 Dreingir og luttók fyri føroyska taekwondofelagið, Hwarang Føroyar, sum Høgni Kunoy Dávason sjálvur hevur stovnað og er venjari í. 

 

Í hesum sambandi skipar Hwarang Føroyar fyri móttøku fyri Høgna Kunoy Dávason í dag. Móttøkan verður í Søldarfjarðar skúla klokkan 17, skrivar Runavíkar kommuna.

 

Aftrat venjaranum, Mathias Gabrielsen, hevði Hwarang Føroyar hesar íðkararnar við í NM stevnuni, sum var hildin í Keflavík.

 

Høgni Kunoy Dávason (Gull Junior A -59 Dreingir)

Dávid Á Lakjuni (Bronsa Junior A -59 Dreingir)

Signar Hansen (Kappaðist eisini í bólkinum Junior A -59 Dreingir)

Markus Davidsson Vazquez (Bronsa Cadet A -45 Dreingir)

 

 

Føroyska felagið góða viðgongd  

 

Fyri Hwarang Føroyar vann Høgni gull í finalu dysti móti tí finska meistaranum. Áðrenn hevði Høgni kempað móti tí danska meistaranum. Kampurin móti dananum var sera tættur og fór út í golden score, og sum altíð við slíkum dystum kunnu teir fella út báðar vegir - hesuferð vóru marginalarnir við Høgna.

 

Dávid á Lakjuni vann kampin um 3. plássið greitt ímóti Íslandi og fekk tí bronsuna. Markus Davidsson Vazquez vann eisini bronsu. 

 

Taekwondo felagið í Søldafirði hevur góða viðgongd í hesum døgum. Sjálvt um felagið einans hevur fá ár á baki eru tríggir danmarksmeistarar í felagnum og ein norðurlendskur meistari. Við megnar avrikinum í Keflavík í vikuskitinum hevur felagið í Søldarfirði nú tríggjar danmarksmeistarar og ein norðurlendskan meistara í felagnum.