Almenn kunning um gegni borgarstjórans

Eftir síðsta býráðsfund í Tórshavnar kommunu er borgarstjórin, Heðin Mortensen, í blaðgrein í Dimmu lagdur undir moralskt ógegni

Fyri at lýsa málið til fulnar, so eingin ivi skal vera, hevur borgarstjórin, Heðin Mortensen heitt á kommunustjóran, Jens Marius Poulsen, ið myndar umsitingina, um at kanna málið løgfrøðiliga og at kunna almenningin um ta niðurstøðu, sum komið verður til.

 

Kommunustjórin hevur tí heitt á Jógvan Páll Lassen, advokat um at lýsa málið løgfrøðiliga, og er frágreiðing og niðurstøða hansara henda:

 

Luttøkuføri – gegni

 

Ógegni kann koma fyri hjá einum og hvørjum, sum virka innan fyri ta almennu fyrisitingina. Tað er soleiðis uttan týdning, um viðkomandi er starvsettur, skikkaður ella er komin inn við vali. Tað er somuleiðis uttan týdning, um starvið er lønt ella ikki, og um tað er fulltíðar ella hálvtíðar. Undir hesar reglur koma eisini kommunalpolitikarar.

 

Dimmalætting frá 12. oktober 2007 hevur grein við yvirskriftini: “Borgarstjórin tók avgerð um seg sjálvan”.

 

Í greinini stendur m.a., at tveir limir í býráðnum hildu ikki, at borgarstjórin átti at tikið lut í viðgerðini um, at leigutraðir skuldu kunna ganga í arv. Hetta av tí, at Heðin Mortensen, borgarstjóri sjálvur leigar eina trøð. Hesir báðir limirnir hildu tað vera moralsk skeivt, at Heðin tók/var við til at taka avgerðir, sum hann sjálvur og hansara nærmastu verða beinleiðis ávirkað av. Moralskt var hann ógegnigur, verður sagt í greinini.

 

Meginreglurnar um ógegni eru ásettar í kapittul tvey í fyrisitingarlógini og er útgangsstøðið, at viðkomandi, sum arbeiðir innanfyri almennu fyrisitingina, er ógegnigur ella er ei luttøkuførur, m.a., um viðkomandi sjálv/ur hevur ein serligan persónligan ella fíggjarligan áhuga í, hvat eitt mál endar við.

 

Dentur skal vera lagdur á “serligan persónligan” ella “fíggjarligan áhuga”, og hvussu hetta skal skiljast. Áhugamál, sum ikki eru serlig, eru áhugamál av politiskum, ideologiskum ella almennum “karakter”, smb., grein 3, stk. 2, í fyrisitingarlógini.

 

Sum dømi kann nevnast, at avgerðir, sum beinleiðis taka støðu til arbeiðið hjá einum, ger, at viðkomandi ikki er luttøkufør/ur, tí viðkomandi er partur í málinum. Hinvegin, um tilknýtið er meira óbeinleiðis, tí málið tekur støðu til arbeiðsstaðið hjá viðkomandi ella til arbeiðsøkið, skal gegnis spurningurin metast konkret útfrá, hvønn týdning avgerðin beinleiðis ella óbeinleiðis hevur fyri viðkomandi sjálvan, arbeiðsstaðið, starvsfelagar v.m.

 

Tilknýtið kann deilast upp í skalar:

1.Høvuðsmálið viðvíkur beinleiðis viðkomandi persónliga

2.Høvuðsmálið viðvíkur arbeiðsstaðnum og starvsfelagarnar hjá viðkomandi

3.Høvuðsmálið viðvíkur arbeiðsstaðnum hjá viðkomandi, tó uttan at viðvíkja starvsfelagum

4.Høvuðsmálið viðvíkur arbeiðsøki, tó ikki arbeiðstaðnum hjá viðkomandi

 

Longur niður ein kemur í skalanum, meira óbeinleiðis er málið. Og jú meira óbeinleiðis eitt mál er, tess meira óvist er tað, um ógegni fyriliggur. Tá tilknýtið er óbeinleiðis, hevur tað við sær, at áhugin í málinum ikki longur er serligur, men almennur. Tað merkir, at jú meira óbeinleiðis tilknýtið er, tess størri er áhugin almennur.

 

Sum dømi kann nevnast, at ein lærari, sum er býráðslimur, ikki er ógegnigur um mál, sum snúgva seg um fólkaskúlan, ei heldur viðvíkjandi málum, sum viðvíkja tí skúla, viðkomandi arbeiðir á. Um málið ikki snýr seg um læraran sjálvan ella ein starvsfelaga, so verður áhugin bert ein fagpolitiskur áhugi.

 

Skiljast skal millum, um talan er um uppsøgn ella starvssetan og onnur mál, sum bert óbeinleiðis ella á minni dramatiskan hátt hava týdning fyri m.a., arbeiðsviðurskiftini hjá viðkomandi. Markið kann eitt nú setast við áhugamál, sum eru týdningarleys.

 

Siðvenja frá Innlendismálaráðnum í Danmark vísir í einum konkretum máli, um ein býráðslim, sum generelt hevði víst eitt stórt engagement í einum fótbóltsfelag, og eisini víst henda áhuga fyri felagnum í kommununi. Hesin býráðslimur hevði verið stjóri fyri felagið og var framvegis sera aktivur limur í felagnum. Innlendismálaráðið segði, at býráðslimurin ikki var ógegnigur eftir grein 3, stk. 1, nr. 5, og viðkomandi kunnu tískil gott luttaka og taka avgerð í kommununi í einum máli um at gera eina størri umbygging av stadion, sjálvt um felagið hevði ein serligan áhuga í avgerðini. Grundgeving fyri avgerðini var, at tað, at ein býráðslimur hevur ein generellan ella ideellan áhuga, hvussu eitt mál endar, vanliga ikki er nokk til, at býráðslimurin er ógegnigur.

 

Er støðan hon, at tilknýtið kemur frá áhugamálum, sum fella saman við lógligum almennum áhugamálum, eisini kommunalum áhugamálum, fyriliggur ikki ógegnið og býráðslimurin er luttøkuførur.

 

Tórshavnar kommuna hevur áleið 150 leigutraðir, og Heðin Mortensen er ein av leigarunum, ið hevur trý ára leigusáttmála. Tilmælið frá kommunustjóranum og býararkitektinum um leigusáttmálan og ættarliðsskifti, sum varð fyri á býráðsfundi 11. oktober 2007, varð samtykt við 9 atkvøðum fyri og 4 ímóti. Um ein býrráðslimur ikki metir seg luttøkuføran ella ikki metir annan lim vera luttøkuføran, skal tað takast upp, áðrenn viðgerðin av málinum byrjar.

 

Omanfyri nevnda blaðgrein sigur, at Heðin Mortensen tók avgerð um seg sjálvan og hansara nærmastu, hetta tí býráðssamtyktin gevur atgongd til, at trý ára traðarleigumálini kunna ganga í arv fyri teir traðarleigarar, sum hava fingið leigusáttmála fyri 15. desember 2005. Hesir kunnu søkja fíggjarnevndina um, at sonur ella dóttir yvirtaka traðarleigumál, tá teir falla frá.

 

Áðrenn 15. desember 2005 var siðvenjan viðvíkjandi traðarleigumálum, at hesi ganga í arv og við broytingini tann 15. december 2005, var hendan siðvenjan avtikið, uttan at traðarleigarnir vóru kunnaðir um hetta. Sjálvt um hendan siðvenjan ikki hevði heimild, hevur siðvenjan øll árini, áðrenn 15. desember 2005, verið, at traðirnar ganga í arv.

 

Fyri at broyta eina siðvenju sum hesa, er neyðugt við eini skiftisreglu fyri traðarleigumál fyri 15. desember 2005. Skiftisreglan um ættarliðsskifti, sum var samtykt á býráðsfundinum tann 11. oktober 2007 inniber, at bert leigusáttmálar fyri 15. desember 2005 kunna søkja fíggjarnevndina í Tórshavnar kommunu um, at sonur ella dóttir arvar traðarleigumálið. Um sonur ella dóttir av fíggjarnevndini vera mett egnað, skal traðarleigumálið viðgerast eftir sáttmálanum, sum er galdandi fyri traðarleigumál eftir 15. desember 2005, tað merkir ættarliðskiftið ikki ber til.

 

Spurningurin er sostatt, um Heðin Mortensen sjálvur hevur ein serligan persónligan ella fíggjarligan áhuga í, hvat hetta málið skuldi enda við. Heðin Mortensen hevur møguliga eins og hinir áleið 150 traðaleigarnir ein áhuga í málinum, og allarhelst eisini, at 3 ára leigusáttmálin og ættarliðsskiftið skuldi samtykkjast. Men fyri tann sak skyld hevur hann ikki uttan víðari ein serligan áhuga – reint løgfrøðiliga, tí talan er ikki um ein leigusáttmála, sum rakar bert hann persónligani, men áleið 150 traðaleigarar. Áhugin hjá Heðin Mortensen í málinum liggur ikki ovarlaga í skalanum, tí býráðssamtyktin rakar ikki hann persónliga beinleiðis, men fleiri leigarar. Tilknýtið, sum Heðin Mortensen hevur til málið er óbeinleiðis og hevur tískil við sær, at áhugi hansara í málinum ikki er serligur, men almennur.

 

Harumframt skal gerast vart við, at tað partvíst er býráðið sjálvt, sum leggur støðið við gegnisspurningum. Um býráðslimir í hesum førinum hava mett Heðin Mortensen ikki at vera luttøkuføran, grundað á ógegnið, skuldi tað verið tikið upp beinanvegin, áðrenn viðgerðin av málinum byrjaði. Vísandi til omanfyristandandi, og at um Heðin Mortensen var ógegnigur í hesum málinum, tí hann eins og áleið 150 onnur í Tórshavnar kommununi leigar eina trøð, kann ein siga, at býrráðslimir, ið eiga børn, eins og nógv onnur í kommununi, ikki kunna vera við í viðgerðini av, hvørt barnagarðsgjaldið skal upp ella niður.

 

Samanumtikið kann sigast, at Heðin Mortensen kann taka avgerðir v.m. í málum, har hann hevur ein generellan áhuga ella ein ideellan áhuga í, hvat málið endar við, so leingi sum áhugin ikki er “serligur”, tvs., rakar hann beinleiðis persónliga. So leingi sum Heðin Mortensen í hesum málinum ikki beinleiðis persónliga verður raktur av avgerðini, men verður raktur sum allir aðrir traðaleigarar, verður løgfrøðliga mett, at Heðin Mortensen ikki er ógegnigur og tískil luttøkuførur í viðgerðini av málinum, tí hansara áhugi í málinum er almennur. Um Heðin Mortensen eitt nú, áðrenn málið kom fyri á býráðsfundi hevði sagt sína meining um málið, so hevði hann heldur ikki verið ógegnigur, tí býráðslimir vera ikki ógegnigir, um teir alment hava víst, hvat teir halda um eitt mál, tí hetta er ein partur av tí politiska spælinum, nevniliga at hava politiskt mandat.

 

 

Tórshavn 24. oktober 2007

 

Jógvan Páll Lassen, adv.

 

v/Mimi Steintórsdóttir, adv.ft.