Sunnudagin 13. november klokkan 16 verður almenn kapping í luftbyrsuskjóting í høllini hjá EL-Service á Skála, har øll, sum hava eina luftbyrsu við sikti, eru vælkomin at luttaka - uttan kostnað.
Sjálv kappingin byrjar klokkan 16, men einar tveir tímar fyri kappingarbyrjan kunnu tey luttakandi justera byrsurnar, um tað ikki er gjørt frammanundan.
- Teinurin, sum skotið verður, er 43 metrar. Skotið verður fimm ferðir fimm skot á skivur og tann, ið hevur hægsta stigatal samanlagt, gerst vinnari.
Tað siga tey, sum standa aftan fyri kappingina í luftbyrsuskjóting. Tey vísa annars til Facebook-bólkin - Luftbyrsuskjóting í Føroyum - sum skipar fyri kappingini.