Vit skulu hava eina almenna hoyring um samkynt hjúnaband í Føroyum.
Tað heldur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
Tá ið uppskotið um at loyva samkyndum at giftast, var til viðgerar í Løgtinginum, vóru tað meiri enn ein tinglimir, sum skutu Tjóðveldi í skógvarnar, at málið hevði ikki verið til hoyringar nakrastaðni.
Tey sipaði til, at Kristina Háfoss hevur nýliga kært Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, fyri formansskapinum í Løgtinginum, tí at hann hevur lagt fleiri uppskot fyri Løgtingið í sambandi við eftirlønarskipanina, áðrenn nakar viðkomandi partur hevur havt høvi til at gera sínar viðmerkingar.
Men í sambandi við samkynt hjúnalag, varð spurningurin reistur um, hvør skuldi havt fingið eitt slíkt mál til hoyringar.
Onkur tinglimir nevndi, at kristiligar samkomur av ymsum slagi, vóru nøkur, sum kundu havt fingið uppskotið til hoyringar.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, ger greitt, at hann hevur als einki ímóti yvirhøvur, at uppskotið fer til hoyringar.
Hann mælti enntá til, at uppskotið fer til tað mest víðgongdu hoyringina av øllum.
Høgni Hoydal mælir nevniliga til, at vit hava eina almenna hoyring um samkynt hjúnalag í Føroyum.
- Lat okkum skipa eina almenna hoyring um hetta uppskotið, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at talan skal vera um eina almenna hoyring, har hvør og ein, sum vil, kann møta upp og spyrja sínar spurningar og seta síni sjónarmið fram.
- Lat okkum so vita, um vit ikki kunnu viðgera spurningin um samkynt hjúnalag sum ein spurning um mannarættindini og ein borgarligan og rættarligan spurning.
Nógv fólk var í Løgtinginum og lurtaði eftir viðgerðini á Løgtingið. Fleiri myndir síggjast við at TRÝSTA HER
Les eisini: Samkynd sleppa ikki at giftast Les eisini: Samkynt hjúnalag letur upp fyri øðrum lívsformum Les eisini: Mugu varðveita hjúnabandið Les eisini: Samkynd kunnu ættleiða børn Les eisini: Lat kærleikan ráða Les eisiin: Samkynd hava brúk fyri hjálp Les eisini: Áheitan á Føroya Løgting og Føroy fólk Les eisini: At misbrúka Guð loysir seg ikki Les eisini: Hvat rakar tað meg, hvat tú gert í seingini Les eisini: Unnið okkum nú tryggar karmar um kærleikan
|