Almenn áheitan frá Ættleiðingarfelagnum til landsstýrismannin

Ættleiðingarfelagið hevur í samskifti við landsstýrismannin heitt á hann um at arbeiða fyri at hækka stuðulin til ættleiðing og heitir nú alment á landsstýrismannin um at leggja fram lógaruppskot um, at stuðulin til ættleiðing hækkar

Ein stórur vansi og forðing við altjóða ættleiðing er tann tunga fíggjarliga byrðan. Tann fíggjarliga byrðan er økt munandi tey seinastu árini og er tað ómøguligt at gjøgnumføra eina altjóða ættleiðing fyri minni enn 100.000 krónur í beinleiðis kostnaði. Tað eru dømir um einstakar ættleiðingar tilgongdir, har kostnaðurin hevur verið nærum tað tvífalda.

Undir verandi lóggávu er møguligt at fáa 50.000 krónur í stuðul til ættleiðing. Peningurin verður játtaður av fíggjarlógini sambært løgtingslóg nr. 51 frá 3 mai 1994 um ættleiðingarstuðul.

Talan er um smáar upphæddir. Síðani 2003 hava millum 7 og 11 foreldur fingið stuðul og tað mesta almennu Føroyar hava latið í stuðul til ættleiðing var í 2005, tá 550.000 vóru latnar. Ein lítil upphædd í mun til tann ómetaliga stóra týdningin hetta hevur, bæði fyri familju og samfelag.

Tað er ymiskt, hvussu fólk eru fyri fíggjarliga. Hjá summum ber til at fíggja ættleiðing yvir raksturin ella uppsparing, onnur fáa hjálp frá familju og fleiri mugu seta sítt álit á góðar bankar.

Verður játtanin ikki hækkað, kann tað koma hartil, at tey sum eru veikast fyri fíggjarliga og ikki kunnu útvega sær fíggjarligan stuðul, ikki fáa møguleikan at ættleiða.

Verður hesin møguleikin at gerast foreldur tikin frá teimum sum eru veikast fyri fíggjarliga í samfelagnum, verður ein nýggj samfelagsstatt skapt, sum ikki einans er veikast fyri fíggjarliga, men sum eisini vegna fíggjarlig kor er dømd at liva uttan børn. Hetta hevur tað góða vælferðarsamfelagið ikki ráð til.

Ættleiðingarfelagið hevur tí heitt á landsstýrismannin um at leggja fram uppskot um at hækka upphæddina í áðurnevndu lóg við 50.000 krónum og harvið tryggja øllum betri møguleika at ættleiða.