Almenn fráboðan frá løgregluni um grindina í Bø

Fýra fólk vórðu handtikin í samband við átakið hjá politinum.

Løgreglan hevur fyri løtu síðani sent tíðindaskriv til fjølmiðlarnar um grindina í Bø, har upplýst verður, at løgreglan hevur handtikið fýra fólk og lagt hald á ein bát.


Tíðindaskrivið er soljóðandi:


Í dag klokkan 1323 fekk politiið eina fráboðan frá sýslumanninum í Vága Sýslu, um at ein størri grind varð sædd beint sunnan fyri Mykineshólm. Sýslumaðurin hevði tikið avgerð, um at grindin skuldi haldast til í Bø, har hon varð hildin til klokkan 1706.



Politiið var á staðnum fyri at tryggja lóg og landaskil, bæði á sjógvi og landi.


Fýra fólk vórðu handtikin í samband við átakið hjá politinum.


Tvey fólk, ein 44 ára gomul kvinna og ein 24 ára gamal maður, vórðu handtikin í samband við átakið hjá politinum á sjónum, og tvey fólk, ein 36 ára gomul kvinna og ein 30 ára gamal maður, vórðu handtikin í samband við átakið hjá politinum á landi.


Tey verða øll skuldsett fyri brot á grindalógina.


Politiið hevur í samband við átakið á sjónum somuleiðis lagt hald á ein minni bát.