Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at almenn byggjarí, verða munandi dýrari, enn upprunaliga mett.
Tað staðestir Helgi Abrahamsen, løtingsmaður.
Og nú vil hann hava at vita frá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum,
hvørjar ítøkiligar uppgávur ein eftirlitsmyndugleiki, sum hevur eftirlit við almennum byggjaríum, hevur
Hann spyr eisini um tað nakrantíð kemur fyri, at tann sum byggir fyri tað almenna, er tann sami, sum hevur eftirlit við arbeiðinum, soleiðis at viðkomandi í veruleikanum hevur eftirlit við sær sjálvum.
Í hesum sambandi vil Hann hava at vita, um tað er hent, at Landsverk, sum eftirlitsmyndugleiki, hevur útveitt eftirlitsarbeiðið til somu arkitektar sum hava teknað tað, ið bygt verður, ella til onnur, ið eru partur av byggjarínum.
Er hetta hent, vil hann eisini hava at vita, hvørjar avleiðingar tað hevur fingið fyri viðkomandi, um so er, at arbeiðið er vorðið dýrari ella ófullfíggjað.
Helgi Abrahamsen staðfestir, at tað kemur ofta fyri, at almenn byggjarí verða munandi dýrari enn metingin og projekteringin segði, og at trupulleikar eisini eru viðvíkjandi góðsku.
Fyri kortum viðgjørdi løgtingið eitt mál, har endaligi kostnaðurin er heili 288 prosent dýrari, enn fyrstu upplýsingarnar søgdu.
Her sipar hann til bygging hjá Apotekinum.
Helgi Abrahamsen vísir á, at vanligt er, at arkitektar og entreprenørar hava tryggingar, um so er, at arkitekturin ella entreprenørurin ikki heldur sínar skyldur.
Hann spyr tí, um landsstýrið nakrantíð hevur kannað møguleikan, um hesar tryggingar kunnu taka við meirkostnaði ella øðrum trupulleikum, ið hava verið í sambandi við almenn byggjarí.
At enda vil Helgi Abrahamsen hava at vita, um landsstýrið hevur kannað, hvussu tað ber til, at almenn byggjarí í Føroyum, so ofta blíva munandi dýrari enn frammanundan mett, og hvat landsstýrið ætlar at gera við hetta.










