Formaðurin í Búskaparráðnum mælir landsstýrinum frá at byggja skúlan í Hovi og fiskivinnuskúlan í Vestmanna nú, tí teir eru vorðnir væl dýrari enn upprunaliga ætlað. Landsstýrið noyðist at biðja Løgtingið um nógvar mió. krónur afturat til at byggja miðnámsskúlan í Hovi og fiskivinnuskúlan í Vestmanna, tí arbeiðini eru vorðin væl dýrari enn upprunaliga ætlað.
Men Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskaparráðnum, sigur við Útvarpið, at landsstýrið eigur heldur at úseta tær báðar verkætlaninar.
Hann vísir á, at trot er á arbeiðsmegi í Føroyum, og tí verða øll arbeiði dýrari enn ætlað. Tí mælir hann landsstýrinum til at loyva útlendskum byggifeløgum at bjóða upp á arbeiðini, at innflyta útlendska arbeiðsmegi ella at útseta aðrar verkætlanir.
Formaðurin í Búskaparráðnum minnir samstundis á tilmælið hjá ráðnum um at hækka skattin fyri at tálma privata virkseminum, men landsstýrið valdi tað øvugta, sigur hann.










