Almannaverkið fingið átalu frá Løgtingsins umboðsmanni

Almannaverkið bleiv klagað til Løgtingsins umboðsmann av einum klagara, ið ikki hevði fingið eina skrivliga útgreining um eina avgerð.

Almannaverkið bleiv klagað til Løgtingsins umboðsmann av einum klagara, ið ikki hevði fingið eina skrivliga útgreining um eina avgerð. Klagarin hevði fingið játtandi svar upp á sína umsókn, men sóknaðist eftir einum skrivligum svari, fyri at kunna meta um, hvørt avgerð og útgjøld Almannaverksins vóru røtt ella ikki.

 

Tað tók Almannaverkinum 8 mánaðir at senda klagaranum útgreiningina, ið er alt ov long tíð. Harumframt vísti tað seg, at klagarin hevði fingið 13.000 krónur ov lítið útgoldið.

 

Løgtingsins Umboðsmaður helt at handfaringin av málinum var alt annað enn nøktandi og hevur tí givið Almannaverkinum eina átalu.