Almannaverkið brynjar seg til framtíðina

Fimm fólk søgd úr starvi, nú leiðslubygnaðurin í Almannaverkinum verður endurskipaður í kjalarvørrinum av, at eldraøkið er lagt út til kommunurnar

Nýggjur leiðslubygnaður er skipaður,

Eftir at eldraøkið varð lagt út til kommunurnar minkaði stovnurin við eini helvt, og nýggi stjórin, Edvard Heen, nýtti hetta høvi at endurskipað bygnaðin á stovninum.

Fyri Edvard Heen er eyðsæð, at krøvini herðast í hvørjum. Vaksandi krøv frá brúkarum, frá almenningi og frá politisku skipanini. Krøv um betri tænastu og skynsamari rakstur.

- Hetta eru krøv, sum vit í Almannaverkinum skulu ganga á møti, sigur Edvard Heen.


Boðskapurin frá Edvard Heen er, at Almannaverkið skal lata upp fyri brúkarum og fyri almenningi, samstundis sum aðalmálið hjá leiðsluni er at reka stovnin við skynsemi. Leiðslubólkurin kemur við broytingini í javnvág, sum loyvir betri og nærri leiðslu í allari skipanini, har hvør leiðari fær beinleiðis ábyrgd av færri starvsfólkum enn í dag.

- Vit vilja hava eina leiðslu, sum hevur borgaran í fokus og hevur eina heildarhugsan um Almannaverkið, sigur Edvard Heen.

 

Samstundis sum nýggjur bygnaður verður stungin út í kortið, er eisini neyðugt at skerja talið av starvsfólki í fyrisitingini, tí at eldraøkið er lagt til kommunurnar at umsita, og tí at løgtingið minkaði játtanina við hálvari millión krónum. Almannaverkið skal tí spara 2,7 milliónir krónur í ár.

- Vit klára ein part við umleggingum og nátúrligari frágongd, men vit sleppa tíverri ikki undan uppsøgnum, sigur Edvard Heen.