Almannaverkið roknar í eina viku afturat

- Vit hava í løtuni fund við leiðslurnar á øllum ellis- og røktarheimum kring landið fyri at gjøgnumganga allar spariætlanir. Tá tað arbeiðið er liðugt, leggja vit fyri landsstýriskvinnuna uppskot um, hvussu vil halda at pengarnir skulu brúkast.

Tað sigur Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannaverkinum, sum umsitur pengarnar, ið landskassin letur til rakstur av ellis- og røktarheimunum.

Hon hevur tí framvegis ikki latið tær 4,1 milliónir krónurnar, sum løgtingið játtaði við eykajáttan 8. mai, víðari út til ellisheimini kring landið. Ein avleiðing av hesum er, at ellis- og røktarheimini eru farin at fyrireika seg til tær umfatandi sparingar, ið upprunaliga skuldu koma í gildi 1. juni.

Sambært Petru Johnsdóttir Joensen verða tølini klár at leggja fyri Anniku Olsen fyrst í næstu viku. Kortini kann hon longu nú staðfesta, at neyðugt verður við sparingum í rakstrinum á ellisheimunum kring landið, skal samlaða játtanin til økið halda.

Hoyr samrøðu við Petru Johnsdóttir Joensen her: