- Almannastovan fegnast um, at umboðsmaðurin metir umsitingina av sjúkradagpeningi at vera skjóta og smidliga. Somuleiðis eru vit sera fegin um, at umboðsmaðurin er væl nøgdur við viðgerðina av málum um hjálpartól, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni. Umboðsmaðurin metir, at á hesum báðum økjum eru bert talan um smávegis trupulleikar í málsviðgerðini.
Umboðsmaðurin hevur atfinningar at umsitingini av fyritíðarpensjónsmálum, sum hann metir vera ov drúgva og innihalda óneyðugar tættir. Umboðsmaðurin mælir tí Almannastovuni til at umhugsa broytingar í mannagongdini.
- Almannastovan tekur til eftirtektar atfinningarnar at umsitingini av fyritíðarpensjónsmálum. Vit ásanna, at viðgerðin av ávísum málum hevur verið ov drúgv, og at mannagongdin eigur at verða endurskoðað við atliti til tey viðurskifti, sum umboðsmaðurin vísir á, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
Almannastovan er ikki samd í meting umboðsmansins av vektingini av læknaváttanini, tá støða skal takast til fyritíðarpensjón. Í nøkrum málum er støðan so greið, at læknaváttanin einsamøll er nóg gott grundarlag at taka avgerð út frá, men Almannastovan metir, at tað er ikki vanliga so.
Sambært lógini um almannapensjónir er tað fyritreyt fyri at játta pensjón til fólk undir 60 ár, at ongin møguleiki er at seta í verk endurbúgvingarfyriskipanir ella at finna eitt hóskandi arbeiði (§ 5), herundir vart starv. Harumframt sigur lógin, at inntøkuviðurskifti, arbeiðsmøguleikar, aldur, lívsstarv, útlit fyri betran ella versnan av avlamninum ella onnur viðurskifti, sum kunnu hava týdning, skulu takast við í metingini av skerda arbeiðsførleikanum.
Almannastovan metir tí, at ein sosialfaklig heildarmeting vanliga má gerast av umstøðunum hjá umsøkjaranum fyri at kunna taka støðu og gera eina tilráðing um pensjón og pensjónsstig hægstu, miðal ella lægstu fyritíðarpensjón.
Umboðsmaðurin vísir í kanningini á, at Almannastovan í fyritíðarpensjónsmálum bara skal gera eina tilráðing, ikki taka avgerð, tí hana tekur Vanlukkutryggingarráðið.
Tá málið verður latið til Vanlukkutryggingarráðið, metir Almannastovan tað at vera klárt til støðutakan. Almannastovan ger tað neyðuga fyrireikandi arbeiðið, og hóast at hetta arbeiðið hevur tikið í so drúgva tíð í ávísum málum, so metir Almannastovan, at tað er henda fyrireiking, sum eigur at taka tíð í einum fyritíðarpensjónsmáli. Ein táttur, sum harumframt er við til at leingja málsviðgerðina munandi, er langa bíðitíðin hjá Almannastovuni eftir at fáa umbidnar serlæknaváttanir til vega.
Umboðsmaðurin vísir harumframt á, at samrøðan, sum Almannastovan hevur við umsøkjarar, í nógvum førum er óneyðug og leingir viðgerðartíðina óneyðugt. Almannastovan ásannar, at har støðan hjá umsøkjaranum er púra greið frammanundan og týðuliga framgongur av læknaváttanini, er ikki neyðugt við samrøðu. Í øðrum førum metir Almannastovan, at beinleiðis samband samrøða við umsøkjaran er neyðug fyri at tryggja eina neyva og rætta lýsing av umstøðunum hjá tí einstaka umsøkjaranum. Somuleiðis hevur tað týdning, at støðan eisini verður lýst sum umsøkjarin sjálvur sær hana.
Almannastovan hevur lagt stóran dent á at menna stovnin við atliti at málsviðgerð og tænastu. Starvsfólkaorkan stendur tó ikki mát við øktu fyrisitingarligu og tænastuligu krøvini og økta málstalið. Vegna skerjingar á fíggjarlógini segði Almannastovan 6 fólkum úr starvi fyri einum ári síðan, og hetta metir Almannastovan sæst aftur serliga í mun til eina longri viðgerðartíð.
Almannastovan fer nú við støði í frágreiðingini hjá umboðsmanninum at endurskoða mannagongdirnar á fyritíðarpensjónsøkinum og annars gera neyðugar rættingar í mannagongdunum á hinum økjunum, sum umboðsmaðurin hevur kannað.










