Almannaráðið blástemplar Sjóvinnuhúsið

Meira verður ikki gjørt við málið um Sjóvinnuhúsið hjá Tórshavnar kommunu.

Meira verður ikki gjørt við málið um Sjóvinnuhúsið hjá Tórshavnar kommunu.

 

Tað var tann 21. august, at Almannamálaráðið heitti á Tórshavnar kommunu um at greiða frá málinum um játtan av íløgum til umvælingararbeiðið í Sjóvinnuhúsinum. Tað hevur kommunan síðan gjørt og Almannamálaráðið metir ikki, at grundarlag er fyri at gera meira við málið.

 

Almannamálaráðið vísir á, at kommunan keypti bygningin, sum stóð á eini leigugrund hjá kommununi, fyri at tryggja, at bygningurin varð brúktur til endamál, sum hóskaðu til økið og havnalagið. Dentur verður lagdur á, at innan havnaøki er siðvenja, at kommunur hava víðar heimildir at útinna sítt sjálvsræði.

 

Eisini leggur ráðið dent á, at bygningurin síðan keypið hevur verið brúktur sum verkstaður, smiðja, goymsla og starvsfólkahøli hjá teimum, sum starvast við viðlíkahaldi av bryggjum, bátaplássum og øðrum ognum. Sostatt kann staðfestast, at partur av húsinum verður brúktur til kommunalt endamál, restin verður leigað út til fyritøkur, ið hava við sjógv og havnavirksemi at gera.

 

Ráðið sigur, at í summum førum er tað av tekniskum ávum ógjørligt hjá eini kommunu at sleppa av við yvirkapasitet. Kommunan kann av tinglýsingarávum ikki selja bygningin, so hóast bert ein partur verður brúktur til kommunalt endamál, so er tað ikki skynsamt, at kommunan hevur ein bygning, sum bara partvíst verður brúktur.

 

Hetta nevnda saman við siðvenjuni innan havnaøkið ger, at Almannamálaráðið ikki metir, at kommunan er tvingað at selja bygningin, tí talan er um eina støðu við tilvildarligum yvirskotskapasiteti, sum kommunan av tekniskum ávum ikki kann sleppa av við.

 

Hartil metir ráðið, at tað er ein nátúrligur partur av kommunala virkseminum at røkja og viðlíkahalda sínar ognir. Dentur verður eisini lagdur á, at bygningurin verður nýttur til somu endamál sum seinastu 20 árini undan umvælingini, umframt at yvirskotskapasiteturin verður leigaður út til fyritøkur, ið hava tilknýti til sjóvinnu og havnavirksemi.

 

Kommunan kann ikki hava sum endamál at vinna pening upp á húsið, men tað er kortini ein lógarásett treyt, at kommunan leigar út fyri marknaðarprís. Enn er tó ikki endaliga avgjørt, akkurát hvussu stórur partur av húsinum verður leigaður út. Almannamálaráðið ger tó vart við, at kommunan ikki má taka kommunalt virksemi úr bygninginum fyri at geva privatari vinnu betri pláss.

 

Almannamálaráðið ger ikki meira við málið.