- Allur føroyskur fiskur og fiskur av føroyskum kvotum aðrastaðni, má landast í Føroyum, tí annars fer hann á altjóða marknaðin, har hann so verðir víðarivirkaður í láglønarlondum. Sama fisk skal føroysk framleiðsla so seinni kappast við, tá ið fiskurin kemur á endamarknaðin, hetta skrivar Føroya Ráfiskakeyparafelag í tíðindaskrivi í dag.
Felagið sigur, at tá hugsað verður um, at matvørumarknaðurin í heiminum er sjey milliardir kundar, er eyðsæð, at føroyingar altíð fara at finna ein marknað, sum megnar at taka ímóti okkara framleiðslu. Við øðrum orðum, so fara føroyingar neyvan nakrantíð at hava tann trupulleika, at vit ikki sleppa av við framleidda vøru.
- Sjálvandi er næsta stig hjá okkum, at vit virka fiskin meira og harvið fáa meira virðisøking í Føroyum, skrivar felagið.
Felagið vísir á, at føroyskur laksur hevur eitt sera gott umdømi, millum annað í USA, men at tað er avgerandi, at føroyingar á onkran hátt hava eftirlit við tí føroysku vøruni, ið kemur á marknaðin. Hetta, heldur felagið, gerst best, við at føroyingar sjálvir framleiða alla ta føroysku kvotuna í Føroyum. Á hendan hátt fæst eisini tann besti prísurin á endamarknaðinum, heldur felagið.
- Størri virðir vit skapa í Føroyum, meiri pengar eru at deila her heima. Hetta fer so at skapa fleiri vitanarstørv í matvøruframleiðsluni á landi, skrivar Ráfiskakeyparafelagið.
Størsta avbjóðingin er tó, at fáa fatur á rávøru at víðariframleiða.
- Kvotaskipanin er bert galdandi á sjónum. Eitt framleiðsuvirki á landi, sum í flestu førum er ein størri íløga enn eitt botnfiskaskip/loyvi, hevur onga trygd fyri rávøru. Einasta trygdin fyri at fáa fatur í rávøru, er kappingarføri. Hettar kappingarføri blívur avskeplað av láglønarlondum, og hetta er við til at minka um inntøkurnar til tað føroyska samfelagið, skrivar Ráfiskakeyparafelagið.
Felagið mælir tí til, at tað í minsta lagi eigur tað at vera eitt krav, at verður føroyski fiskurin útfluttur beinleiðs, so má avgjald leggjst á, sum svarar til munin á lønini her hjá okkum og í láglønarlondunum.