- Hendir onki heilt alvorligt, verður næstan allur fiskiflotin lagdur longu á ólavsøku.
So dapurskygdur er Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, um støðuna í fiskivinnuni.
Oljan bara dýrkar og dýrkar og skipini fáa ikki samanhang í sjálvan raksturin.
- Tað er raksturin túr fyri túr, sum ikki longur hongur saman og tá er slett ikki talan um at betala rentur og avdráttir, tí tað er ikki hugsingur um at betala, sum støðan er nú.
Tað merkir, at hóast skipini ikki leggja upp fyri rentur og avdrátt, hava tey kortini hall av hvørjum túri, tí tey fiska nóg illa fyri olju og tískil enn minni fyri hýru og útgerð afturat.
Hetta hevur longu ført við sær, at nógv teir flestu lemmatrolararnir longu eru lagdir.
Einastu lemmatrolarar, sum enn eru í fiskiskapi, eru Steintór og Sjagaklettur úr Hvalba, Suðringur av Tvøroyri og Bresti úr Havn.
Annars liggja hinir níggju lemmatrolararnir bundnir við bryggju, tí tað loysir seg ikki at fiska longur.
Men Viberg Sørensen sigur, at støðan hjá øðrum skipabólkum er líka ring og tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn tað mestsum allur fiskiflotin verður lagdur.
- Støðan hjá partrolarunum er nú eisini so vánalig, at teir fáa heldur ikki raksturin at hanga saman.
Liva av náði og miskunn
Viberg Sørensen staðfestir, at sum støðan er nú, livir fiskiflotin av náði og miskunn frá peningastovnunum, men tað kann ikki ganga longi afturat.
- Mítt sannførda boð er, at hendir onki heilt avgerðandi nú, vera tað ógvuliga fá skip, sum sigla bara um tveir mánaðir.
Sostatt er vandi fyri, at tað mesta av fiskiflotanum fer at liggja við bryggju longu á ólavsøku, tí tað loysir seg ikki at fiska longur.
- Støðan er avgjørt ikki stórt frægari hjá flotanum, sum heild og hjá partrolarunum er hon eisini serdeilis vánalig.
Annars hevði Reiðarafelagið aftur fund við landsstýrið í fyrradagin um støðuna í fiskiflotanum.
Men tað var bara ein kunnandi fundur og Viberg Sørensen veit ikki, hvat fer at henda.
- Men tað er lítil og ongin glotti fyri framman, leggur hann afturat.
Hinvegin verður framvegis ikki tosað nakað sum helst um studning til fiskivinnuna.
- Tað er ikki ein spurningur, sum er til viðgerðar og vit hava eisini fingið greið boð úr landsstýrinum um, at studningur kemur ikki upp á tal.
Hinvegin ásannar formaðurin í Reiðarafelagnum eisini, at trupulleikin í fiskivinnuni er so mikið stórur, at hann verður ikki loystir við at lækka hýrurnar nøkur prosent.
- Hetta er ikki ein trupulleiki, sum reiðarar og manningarfeløg kunnu loysa sínamillum við at lækka hýrurnar, tí tað ger alt ov lítlan mun, staðfestir hann.
Annars hevur løgmaður sagt á tingsins røðarapalli, at onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt og at hetta er eitt givið høvið til at laga fiskiflotan til umstøðurnar?
- Tað havi eg ongar viðmerkingar til, sigur Viberg Sørensen.










