Allir veljarar fáa post mánadagin og týsdagin

Tað eru 38.387 fólk í Føroyum, sum hava valrætt á fólkatingsvalinum um eina góða viku

Myndin er frá Umhvørvisstovuni

Tey flestu hava nokk fingið við, at fólkatingsval verður í Føroyum um eina góða viku, ella mánadagin 31. oktobur. Umhvørvisstovan sigur í morgum at hesa. Ferð eru tað 38.387 fólk í Føroyum, sum hava valrætt. Allir veljarar skulu hava eitt valkort, sum prógv fyri, at tey hava valrætt og valkortini verða nú prentað.

 

Umhvørvisstovan sigur, at eftir ætlan verða valkortini til Fólkatingsvalið borðin út mánadagin og týsdagin 24. og 25. oktobur. Vallistarnir eru lætnir inn og endaliga úrslitið er, at seks flokkar stilla upp til fólkatingsvalið. Sostatt stilla allir flokkar upp, uttan Sjálvstýri.

 

Myndin er frá Umhvørvisstovuni