Allir teir smáu trolbátarnir liggja

- Fiskiskapurin hjá partrolarunum er smáligur í løtuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap, og tey flestu koma inn at landa í vikuni.

 

- Partrolararnir hava smáligan fiskiskap, men umframt upsa fáa skipini eisini nakað av hvítum fiski.

 

Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Tríggir djúpvatnstrolarar eru eystanfyri og fiska svartkalva og annan djúpvatnsfisk.

 

- Væntandi koma tveir inn at landa síðst í vikuni, men hin triði landar neyvan fyrr enn í aðru viku.

 

Havrannsóknarskipið Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar á Føroya Banka. Teir koma inn at landa miðskeiðis í vikuni.

 

- Jákup Sverri fær mest av toski og upsa, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Allir teir smáu trolbátarnir liggja og bíða eftir betri veðri.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og skipini hava brúkiligan fiskiskap, verður lagt aftrat.