Allir teir dýrastu á eitt lið

Nýggir Liverpool-málverjin er nýggjur á liðnum

Her er tað dýrastu spælararnir á sínum plássum settir saman í eitt lið. Nýggjasti maður á liðnum, er nýggi málverjin hjá Liverpool, Alisson Becker. Liverpool hevur keypt brasilska málverjan fyri eina hálva milliard krónur.

 

Talan er í flestu førum um spælarar, ið eru seldir seinastu tvey árini. Prísurin fyri ein spælara er vaksin so nógv seinnu árini, at tú kanst næstan ikki keypa ein spælara við dygdum fyri undir nakrar hundrað milliónir krónir. Her er liðið vi dýrastu spælarunum á sínum plássum. 

 

Pengaliðið: (4-3-3) 

Málverji: Alisson Becker (540 milliónir krónur)

 

Verjan: Kyle Walker (391 mio), Aymeric Laporte (491 mio), Virgil van Dijk (583 mio), Benjamin Mendy (433 mio)

 

Miðjan: Paul Pogba (783 mio), Philippe Coutinho (933 mio), James Rodriiguez (558 mio)

 

Álop: Kylian Mbappé (1.000 mi0), Cristiano Ronaldo (875 mio), Neymar Jr (1.650 mio)