- Allir spæla optimalt

Ein av teimum spælarunum hjá Kyndli, ið gekk á odda, tá ið føroyameistararnir knekkaðu VÍF í byrjanini av seinna hálvleiki í FM-finaluni leygardagin, var málverjin Johan Danielsen, sum stóð ein rimmar seinna hálvleik. Hann var ikki sørt ovfarin av stórsigrinum.
 
Besti dystur á árinum
- Hetta eigur ikki at bera til. Teir eru sjálvandi uppsettir, tá ið teir fara til hálvleiks, tí tá eru bara tvey mál á muni, og ivaleyst ætla teir sær eisini at koma fram um okkum beinan vegin í seinna hálvleiki, men vit økja ístaðin, og tá knekka teir, segði Johan eftir dystin.
Johan Danielsen helt eftir dystin, at finalan ivaleyst var besti dystur á árinum hjá Kyndli.
- Í dag raka allir mans hjá  okkum dagin, og allir spæla optimalt. Tað var líkamikið, um vit skiftu út, tí allir sum koma inn geva 100 prosent, og tí viknar liðið ongantíð. Vit hava nógvar góðar ungar spælarar, og tað er kanska ein av mununum á liðunum báðum, at vit hava ein breiðari hóp enn VÍF, segði Johan Danielsen.
At Johan sjálvur hevði staðið so væl í málinum í seinna hálvleiki, hevði hann ikki so nógvar viðmerkingar til.
- Tað gekk væl, men tað er fyrst og fremst, tí man er so uppsettur, og tí at verjan stóð ómetaliga væl framman fyri mær, segði Johan Danielsen at enda.