Allir smálutir vóru gjøgnumhugsaðir

Fyrrverandi stjórin á Strandferðsluni er ikki í iva, tá hann skal nevna fremstu orsøkina til virðislønina, sum nýggi Smyril hevur fingið. Fyrireiking og aftur fyrireiking

Skipasmíð

Reidar Nónfjall var stjóri á Strandferðsluni, tá farið varð undir tilrættisleggingina av nýggja skipinum. Eitt arbeiði, sum byrjaði longu í 1998, tá at tað ikki var fyrr enn í 2002, at politiski myndugleikin gav endaligt grønt ljós til verkætlanina.

Drúgv fyrireiking
Spurdur, hvat loyndarmálið handan eina somikið væl eydnaða verkætlan er, svarar Reidar Nónfjall skjótt og einfalt, at talan er um eitt lyklaorð: Planlegging.
- Eg haldi sjálvur, at talan var um eina verkætlan, sum var sera væl løgd til rættis. Fyrst og fremst, so nýttu vit eina øgiliga tíð til at greina øll tey ynski, sum Strandferðslan hevði til nýtt suðuroyarskip. Vit settu ein bólk við yvirmonnum, umboðum fyri teknisku deild og so mær sjálvum, og fyrsta árið nýttu vit sum minimum ein fyrrapart um vikuna til hetta arbeiðið. Talan var jú um hópin av krøvum, sum helst skuldu eftirlíkast, og tá er altíð best at hava hesi við alt fyri eitt. Har skuldi verða rúm fyri ferðafólki, bilum, lastubilum, líkkistum, hundum, spæliplássum til børn og mangt annað. Um eitt skip, sum vónandi kundi lúka øll tey krøv, sum suðuroyingar settu til nýggja sambandið norðureftir.
- Tú kanst sum so siga, at skipið er smíðað við útgangsstøði í kundanum, og júst tað haldi eg eisini er ein av orsøkunum til, at suðuroyingar hava tikið so væl ímóti skipinum.

Fingu rós frá meklarunum
Hetta arbeiðið endaði so við eini rúgvusmiklari kravgreining, sum síðani skuldi projekterast, greiðir Reidar frá.
- Her valdu vit so Knud E. Hansen, og tað valið eri eg framúr væl nøgdur um. Frá fyrstu løtu gripu teir tingini sera professionelt an. Vit byrjaðu at kalla við rammunum, har vit funnu útav, hvussu stórt skipið sum minstamark mátti vera, og hvussu stórt tað ikki mátti vera. Síðani varð arbeitt niðureftir, til endaliga úrslitið fyrilá. Og tað úrslitið  ein byggigreining á 600 síður  varð síðani boðið út til 16 ymiskar skipasmiðjur, harav vit tóku av boðnum hjá IZAR í Spania.
- Tí sigi eg heilt avgjørt, at góð tilrættislegging var lykilin til, at projektið gjørdist somikiið væleydnað. Frá teirri løtu, at arbeitt varð fyri at fáa politiskan uppbakning fyri projektinum, og til Skipið hevði lagt at bryggju í Føroyum, vóru tað fólk á Strandferðsluni, sum framdu eitt risa arbeiði.
- Til stuttleikar kann eisini nevnast, at vit fingu rós frá meklarunum fyri eitt framúr gott fyrireikingararbeiði, og tað haldi eg vera eitt stórt herðaklapp til okkum, sum arbeiddu við ætlanini.

Kraddutir politikkarar
Soleiðis er Reidar ikki í iva um, hvar heiðurin skal plaserast, tá tosað verður um væl eydnaðu verkætlanina. Og hann viðgongur eisini í sama viðfangi, at tað tí kendist eitt sindur hugstoytt, tá politkkarar og onnur nærum vassaðu omaná hvørjum øðrum at kradda sær sín lut í æruni, tá skipið kom til Føroya.
- Hetta var ein verkætlan, sum at kalla alla tíðina hevði ligið uttan fyri politisku skipanina. Áður var tað gjarna so, at tosað varð um at keypa skip. Síðani fóru politkarar  kanska við einum embætismanni  at hyggja at eitt nú einum gomlum Morten Mols, sum so varð keypt til endamálið. Hesa ferð var politiska arbeiðið »einans« at játta peningin, og tað skuldi nógv lobby-arbeiði til, áðrenn tað varð gjørt. Alt annað arbeiðið varð gjørt av stovninum hjá okkum. Men tá skipið so kom til landið, flokkaðust politikkarar at ogna sær heiðurin.
- Sama skipan varð annars eisini nýtt, tá nýggi Teistin varð bygdur, og eisini tann verkætlanin gjørdist væleydnað, júst tí vit løgdu so stóran dent á fyrireikingina.

Kunnu sameinast
Virðislønin, sum nú er latin skipinum, er fyri sniðgevingina av Smyrli. Og Reidar tykist eisini hálvgum errin av, at eisini hesin parturin er væl eydnaður.
- Tá skip verða smíðað. tosar tú ofta um funktionalitet og smag. Eitt nú er Norröna eitt dømi um, at funktionaliteturin verður tikin fram um alt annað. Eitt skip, har atlit bert verður tikið til, hvussu nógvir bilar og hvussu nógv ferðafólk tú fært stúgvað í skipið.
- Við Smyrli tosaðu vit alla tíðina um, at skipið eisini skuldi uppfylla nøkur smagskrøv. At funktionaliteturin skuldi varðveitast, uttan at talan tó bleiv um nakran ljótan kassa, og har gjørdi Knud E. Hansen eitt fantastiskt arbeiði, sum teir eiga alt rós uppiborið fyri.
- Og so vóni eg bara, at Strandferðslan eisini megnar at fylla skipið við teirri góðsku, sum tað hevur uppiborið. Tá tú hevur eitt somikið gott far, eiga rammurnar eisini at verða fyltar á rættan hátt. Bæði við mati, servisering og starvsfólki sum heild. Tað er eitt arbeiði, sum eg veit at Strandferðslan hevur lagt stóran dent á, og tað er seinasti prikkurin, sum skal til, fyri at fáa Smyril heilt í topp, staðfestir Reidar Nónfjall.