Allir sjúklingar flytast á Landssjúkrahúsið

Allir akuttir og álvarsligir sjúklingar skulu flytast Landssjúkrahúsið beinanvegin, og har skulu eisini allar kvinnur eiga

- Tað eru trý sjúkrahús í Føroyum, men tað hevur bráskund at broyta uppgávubýtið ímillum tey trý sjúkrahúsini

Tað staðfestur Eivind Warberg, serlækni.

 

Hann sigur, at føroyska heilsuverkið siglur framvegis uttan mál og mið, samstundis sum føroyskir politikarar framvegis blaka runu eftir hvørjum øðrum, og serkunnleikin áhaldandi átalar gongdina.

 

Eivind Warberg sigur, at sum støðan er í dag, liva føroyingar í einum følskum tryggleika, tí tað passar ikki, at allir føroyingar fáa somu atgongd góða læknahjálp, sama, hvar í landinum, teir búgva.

 

- Fólk halda, at viðgerðin er tann sama, hvar í landinum, ein býr, men tað er hon ikki. Í summum førum er kanska ongantíð ein serlækni á økinum, sum bagir skúklinginum, við í viðgerðini, meðan sjúklingurin er innlagdur, sigur hann.

 

Tí heldur hann, at tað hevur bráskund at broyta uppgávubýtið ímillum tey trý sjúkrahúsini, og at tað verður felags leiðsla fyri øll trý sjúkrahúsini.

 

- Vit skulu hava eitt føroyskt sjúkrahúsverk við trimum sjúkrahúsum, sum samstarvað tætt saman, sigur Eivind Warberg.

 

Men tað er eyðsæð, at allir akuttir og álvarsliga sjúkir sjúklingar, skulu ávísast beinleiðis til Landssjúkrahúsið, sigur hann.

 

- Harafturat er tað eyðsæð, at allar kvinnur skulu eiga á Landssjúkrahúsinum og harafturat skulu øll akutt sjúk børn, og allir álvarsliga skaddir sjúklingar, beinanvegin flytast á Landssjúkrahúsið.

 

- Fyri tað mesta eru vegirnir góðir, og har tað ikki er koyrandi, kann ein vælvirkandi tyrlutænasta byggjast út eins og man hevur gjørt í hinum Norðurlondunum. Harafturat eru eisini væl útgjørdir bjargingabátar komnir til landið seinni árini.

 

- Sjúkraflutningstænastan má útbyggjast, og hetta er eisini gongdin í hinum grannalondunum. 

 

Eivind Warberg sigur, at hinvegin kann endurvenjing av ymsum slagi vera á smáu sjúkrahúsunum, umframt linnandi viðgerð til sjúklingar við deyðiligari sjúku.

 

- Dagskurðviðgerðir av ymiskum slag, og kanska onkrar ambulantar funktiónir, kunnu vera á smáu sjúkrahúsunum, tí har eru seingjarpláss, skurðstovur og fakligt skikkaði heilsustarvsfólk á fleiri øki.

 

- Ein afturvendandi trupulleiki í heilsuverkinum eru manglandi seingjarpláss og manglandi kapasitetur at leggja sjúklingar undir skurð. Men tað eru nógv dugnalig starvsfólk á øllum trimum sjúkrahúsum, og bæði fakliga serfrøðin og fysisku karmarnir kunnu gagnnýtast nógv betur, sigur Eiwind Warberg.

 

- Men tá ið tað snýr seg um akutta sjúku og meir kompleksar støður, má fakkunnleikin savnast. Hinvegin hvørvur fakkunnleikin ikki, hóast ein serlækni kanska er farin til Klaksvíkar at arbeiða ein dag, ella okkurt heilsustarvsfólk av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ella Suðuroyar Sjúkrahúsi, er komið at arbeiða á Landssjúkrahúsinum í eina tíð, sigur serlæknin.

 

 

Les meiri um, hvat Eivind Warberg heldur um føroyska heilsuverkið, við at trýsta HER, har hann sigur, at  nú sær út til at politikarar eru vaknaðir við kaldan dreym, tí trupulleikin er ikki nýggjur

 

 

- Hetta er tvørturímóti við til betra um fakliga umhvørvið, men hvørjir sjúklingar skulu liggja hvar, er tað sjálvandi serlæknar sum mugu avgera, sigur Eivind Warberg.